Parkeringsviðurskifti

Vælkomin til parkeringsøkið hjá Vága Floghavn. Her kanst tú lesa alt um okkara parkeringsviðurskifti. 

Gjald fyri parkering kann gerast í einum av automatunum á flogvøllinum ella á parkeringsøkinum.

Hevði tú ikki møguleika at gjalda fyri parkering áðrenn farið var av flogvøllinum, ber til at gjalda umvegis leinkjuna niðanfyri á síðuni. Hetta gjaldið má gerast innan 72 tímar eftir, at tú ert farin av flogvøllinum, annars verður rokning send eftirfylgjandi. 

 

 

DSC 3729

Leinkja til gjalding

Parkeringsviðurskifti

Yvirlit yvir P-økini

Parkeringsøkið er býtt sundur í økir, sí yvirlitskort.

Økini P1, P2 og P4 eru til ferðafólk. Økið P3 er til leigubilar. 

Harumframt er eitt fyribils p-øki (P0) við innkoyring frá rundkoyringini. P0 er ætlað bæði til leigubilar og sum vanligt p-øki til vitjandi.

Á P4 eru løðistøðir til el-bilar.

Á P2 eru serstakir p-básar til fólk við avlamni.

Parkeringsøkini P5, P6 og P7 eru til starvsfólk á flogvøllinum.

Gev gætur, at parkerar tú styttri enn 2 tímar, er tað ókeypis. 

Eru ørindini at fylgja ferðandi avstað, hevur tú møguleika at seta fólk av á akbreytini uttast til vinstru undir hálvtakinum frammanfyri høvuðsinngongdina, eisini nevnt 'Kiss & Fly'

Sjálvvirkandi innskriving

Tá ið tú koyrir inn á økið hjá Vága Floghavn, verður nummarplátan á akfarinum sjálvvirkandi skrásett av parkeringsskipanini. Hetta er samstundis byrjunartíðspunktið fyri parkeringina. 

Á sama hátt verður nummarplátan lisin av, tá bilurin koyrir út aftur av økinum. Sostatt er tað ávíkavist innskrivingin og útskrivingin, sum avger parkeringstíðarskeiðið á akfarinum. 

Parkering styttri enn 2 tímar er ókeypis og tær nýtist onki at gera.

Parkerar tú longri enn 2 tímar, rindar tú sambært galdandi prísyvirliti, sí eisini kostnaðir og gjaldsmøguleikar

Gjøld og gjaldsmøguleikar

Gjøld fyri parkering

Parkering styttri enn 2 tímar er ókeypis. Síðani rindar tú sambært galdandi prísyvirliti niðanfyri.

Parkeringstíðarskeiðið verður ásett sum tíðarmunurin millum innskráseting og útskráseting, tvs. tíðspunktini fyri ávíkavist tá akfarið koyrir inn á økið og út aftur av økinum. Hetta verður sjálvvirkandi skrásett í parkeringsskipanini.

Fer parkeringartíðarskeiðið upp um 2 tímar, er hetta at skilja sum 1 dagur. Síðani verður dagatalið ásett sum hvør nýkomin dagur, tvs. fyri hvørjar 24 tímar hækkar dagatalið.

Møguleikar at rinda fyri parkering

Sum vitjandi við bili á parkeringsøkinum hjá Vága Floghavn, bjóða vit tær fýra møguleikar at gjalda fyri parkering:

  • í gjaldsautomatum á staðnum
  • umvegis gjaldsleinkju á heimasíðuni (innan 72 tímar) 
  • við EasyPark appini

Um tær tørvar hjálp í sambandi við gjald fyri parkeringina áðrenn tú fert av p-økinum, ert tú vælkomin at venda tær til Kunningardiskin.

Um tú ikki rindar fyri parkering, áðrenn tú fert av p-økinum, senda vit tær rokning við postinum. Tá verður eitt ómaksgjald á kr. 50,- lagt afturat parkeringsgjaldinum. Herumframt koma møgulig rykkjaragjøld, um gjaldið dregur út.

Gjaldsautomatir

Tríggjar sjálvgreiðslur eru settar upp á flogvøllinum, har tú kanst rinda parkeringina við gjaldskorti. Ein er í viðførishøllini, ein onnur stendur inni í terminalinum (innanfyri karrusell-hurðina) og hin triðja stendur úti í lonini á parkeringsøkinum.

Tú rindar tá parkeringin er lokin, tvs. áðrenn tú fert av aftur økinum við bilinum. Tað er lætt og ómakaleyst at gjalda fyri parkering har.

Á heimasíðuni www.fae.fo

Hevði tú ikki møguleika at gjalda fyri parkering áðrenn farið var av flogvøllinum, ber til at fara inn á heimasíðu okkara og rinda fyri parkeringina við gjaldskorti.

Gev gætur at hesin møguleikin kann tó bert nýtast innanfyri 72 tímar eftir lokna parkering. Um tú framvegis ikki hevur rindað fyri parkering eftir 72 tímum, verður rokning send við postinum og eitt ómaksgjald á kr. 50,- lagt afturat parkeringsgjaldinum. 

 

EasyPark app

EasyPark

Hesin gjaldsmøguleikin er serliga fyri teg, ið javnan ferðast um flogvøllin. EasyPark appin finst á App Store ella Google Play. Tá tú hevur meldað til í appini, fert tú inn á telefonina og avgreiðir parkeringina har – lætt og einfalt. Vegleiðing til nýtslu av EasyPark appini finst her.

EasyPark tekur eitt avgreiðslugjald svarandi til 15% av gjaldinum, tó í minsta lagi kr. 4,- fyri hvørja parkering. 

EasyPark er norðurlendsk fyritøka og ein av størstu veitarum av parkeringstænastum í Europa. Hetta merkir, at tú, umframt á Vága Floghavn, kanst nýta app-tænasturnar frá EasyPark í nógvum øðrum londum. 

Um tú velur at brúka EasyPark appina, mást tú fyrst góðtaka nýtslutreytirnar hjá EasyPark, undir hesum geva títt samtykki til, at EasyPark viðger persónsupplýsingar, sum krevjast í sambandi við nýtsluna av appini, m.a. nummarplátu og gjaldskortupplýsingar. Við hesum góðtekur tú eisini, at tínar persónsupplýsingar verða fluttar til og viðgjørdar í ES. Vit heita á brúkarar av appini at kunna seg um, hvussu Easypark viðger persónsupplýsingar, og treytir annars fyri nýtslu av appini. Hendan kunning kann lesast í appini ella á heimasíðuni hjá EasyPark.

Tað er EasyPark Danmark, sum er dátuábyrgdari fyri viðgerðini av tínum persónsupplýsingum. Dátuverndarumboð fyri EasyPark Í Føroyum er Kári Davidsen, advokatur (kda[a]faroelaw.fo).

Les meira um EasyPark á heimasíðu teirra.

Árshald

Árshald

Hjá fólki, ið ferðast nógv um Vága Floghavn við bili, er møguligt at keypa eitt árshald fyri parkering.

Við árshaldinum kanst tú knýta ein ávísan bil (nummarplátu), ið kann parkera óvarmarkað í árs-tíðarskeiðnum. 

Kostnaðurin fyri eitt árshald er kr. 6.000 við MVG. 

Set teg í samband við skrivstovuna hjá Vága Floghavn tel. 35 44 00 ella við at senda ein teldupost til parkering[ a]fae.fo fyri at frætta nærri ella tekna árshald.

Kiss & Fly

Eru ørindini at fylgja ferðandi avstað, hevur tú møguleika at seta fólk av á akbreytini uttast til vinstru undir hálvtakinum frammanfyri høvuðsinngongdina.

Gev gætur, at parkeringstíðarskeiðið í Kiss & Fly økinum er avmarkað til í mesta lagi 3 minuttir.

Ynskir tú at fylgja ferðandi inn í innskrivingarhøllina og siga farvæl har, skalt tú parkera á vanliga parkeringsøkinum (P1, P2 ella P4). Her er framvegis galdandi, at parkering styttri enn 2 tímar er ókeypis.

Skaðafráboðan

Vága Floghavn átekur sær ikki ábyrgd fyri, um skaði hendir á bilin, ímeðan hann stendur parkeraður á parkeringsøkinum - uttan so, at Vága Floghavn beinleiðis kann ábyrgdast fyri skaðan.

Eru spurningar viðvíkjandi parkering, kanst tú seta teg í samb. við okkum á tel. 35 44 00 (millum klokkan 9-16 gerandisdagar), ella skriva ein teldupost til parkering[ a]fae.fo.

Viðgerð av persónsupplýsingum

Tá ið tú koyrir inn á øki hjá Vága Floghavn, verða nummarspjaldrini avlisin og upplýsingar um akfarið skrásettar. Skrásettu upplýsingarnar verða nýttar til avgreiðslu av gjalding, hagtalsgreining og til tess at handhevja treytirnar fyri parkering.

Við gjaldsautomatirnar og á hesi leinkju finst nærri kunning um persónsupplýsingar, ið verða skrásettar og viðgjørdar í sambandi við parkeringina.

English

Kunningardiskurin

(+298) 35 44 00 fae@fae.fo

Rís og Rós

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum, so vit kunnu gera síðuna enn betri