Bæði í farstøðini og í fráfaringarhøllini (aftaná trygdareftirlitið) er KaféFAE, har tú innan fráferð kanst njóta okkurt leskiligt til matna ella drekka. Matskráin hevur m.a.:
- Morgunbreyð, wienerbreyð, tvíflísar, smyrjibreyð, salat og køkur.
- Heitan mat so sum hotdog og fisk & chips frá kl. 11:30.
- Gott úrval av kaffi, te, kakao, øl, vín og cider.