Fráfaringarhøllin

Í fráfaringarhøllini kanst tú njóta ein góðan kaffimunn ella keypa tær okkurt gott at eta, áðrenn ferðin byrjar. 

Eisini er nýggi og stásiligi Duty Free handilin á tremur við góðum vørum og tilboðum, ið hóska júst til tín. 

DSC 4263

Vit mæla til at fara í góðari tíð gjøgnum trygdareftirlitið, so tú kanst taka tær av løttum í fráfaringarhøllini.

Í fráfaringarhøllina er stórt DutyFree øki, har til ber at handla undan fráferð. Eisini finnur tú her Kafé Duty Free, har tú kanst keypa tær okkurt leskiligt at eta og drekka. 

Fráfaringarhøllin hevur eisini góðar stólar, sofur og arbeiðsborð við kontaktum, so tú kanst løða telduna ella fartelefonina, um tú hevur tørv á tí.

Í Vága Floghavn eru tríggjar út- og inngongdir til flogførini, sonevndar "Gates”, nummereraðar ávíkavist nr. 1, 2 og 3. 

Nógvar seinkingar stava frá, at ferðandi koma í evstu løtu. Hetta kann føra við sær, at flogfarið ikki sleppur avstað til ásettu tíð, sum kann føra til enn fleiri seinkingar. So minst til at møta í góðari tíð – tað ger ferðina hjá bæði tær og øðrum lættari.

English

Kunningardiskurin

(+298) 35 44 00 fae@fae.fo

Rís og Rós

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum, so vit kunnu gera síðuna enn betri