Tænastur

Her sæst yvirlit yvir tær tænastur, ið Vága Floghavn hevur at bjóða tær. 

Í farstøðini er Kafé FAE og Kunningardiskurin, ið selur hópin av dygdarvørðum frá føroyskum sniðgevum. 

Inni í farstøðini finnur tú Duty Free handilin við stórum úrvali av tollfríum vørum, og tú kanst eisini keypa tær okkurt gott í Kafé Duty Free. 

DSC 3602

Tænastur

Kunningardiskurin

DutyFree handilin

KaféFAE

Fráfaringarhøllin

Parkeringsviðurskifti

Til og frá flogvøllinum

Skerdur førleiki

Vága Floghavn vil fegin at øll vitjandi kenna seg vælkomnan og er innrættað so brúkaravinarlig sum gjørligt. 

  • Ongar gáttir eru nakrastaðni, so tað er ómakaleyst at koma runt við eitt nú koyristóli 
  • WC til rørslutarnaði er bæði áðrenn innskriving og eftir trygdareftirlitið 
  • Sólblómumerki fæst í kunningardiskinum hjá Atlantic Airways
  • Koyristólar og gangistativ eru til láns í høllini

Vit ynskja fegin at hoyra frá tykkum, um tit hava hugskot og ynski um betran av viðurskiftunum. 

 

Royking og roykiøki

Vága Floghavn er roykfrítt økið. Tó er møguleiki at roykja á einum greitt frámerktum øki.

Endamálið hjá Vága Floghavn er, at tey mongu, sum ikki roykja, skulu verða órógvað sum minst.

Royking áðrenn trygdareftirlitið

Áðrenn trygdareftirlitið er tað bert møguligt at roykja uttandura í frámerkta royki-økjunum millum hurðarnar inn til farstøðina.

Royking eftir trygdareftirlitið

Tá ferðandi eru komin gjøgnum trygdareftirlitið, er ikki longur møguligt at roykja, tí einki roykiøki er í fráferðingahøllini.

E-sigarettir

Fyri royking av elektroniskum sigarettum í Vága Floghavn eru somu reglur galdandi sum fyri vanliga royking.

English

Kunningardiskurin

(+298) 35 44 00 fae@fae.fo

Rís og Rós

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum, so vit kunnu gera síðuna enn betri