Ofta settir spurningar

Her finnur tú svar uppá "ofta settir spurningar" 

DSC 3604

Ofta settir spurningar

Nær er kunningardiskurin opin?

Kunningardiskurin er opin til hvørja komur og hvørja fráferð á flogvøllinum. Tó ikki tá ongin ferðafólk er í flogfarinum.

Er ein peningasjálvtøka á flogvøllinum?

Nei, eingin peningasjálvtøka er á flogvøllinum, men bæði Føroya Banki og Betri Banki hava deildir í Miðvági, har til ber at taka pening út í sjálvtøku. Sí nærri um virksemi teirra á www.bankin.fo og www.betri.fo

Kann eg veksla pengar á flogvøllinum?

Nei, tað ber ikki til at veksla pengar á flogvøllinum. 

Bíðar bussurin hjá Strandfaraskip Landsins eftir fólki, tá flogfari er seinka?

Nei, bussarnir halda seg til ásettu tíðarætlanina hjá SSL - sí ferðaætlan HER

Kann eg hava stokkar við í hondviðføri?

Ja, tú kanst hava stokkar við í hondviðføri. 

Kann eg fáa barnamat og móðurmjólkerstatning ígjøgnum trygdareftirlit?

Ja. Um tú hevur eitt barn við til trygdareftirlitið, kann barnið hava mat og drekka, ið barnið hevur tørv á, við ígjøgnum trygdareftirlit. 

Hvar kann eg keypa frímerki og senda post?

Tú kanst keypa frímerkið í kunningardiskinum. Ein postkassi hjá Posta hongur tætt við havnarskrivstovuna hjá okkum. 

Kann eg goyma billyklar á flogvøllinum?

Ja, á kunningardiskinum kanst tú goyma tín lykil fyri 50 kr. 

Hvar steðgar bussurin hjá Strandfaraskip Landsins?

Bussurin hjá SSL seðgar beint uttanfyri høvuðsdyrnar.

Hvar eru leigubilar?

Útleigan av bilum er í gamla terminalinum, ið er til vinstru tá tú kemur út gjøgnum høvuðsdyrnar. Har finnur tú eisini lyklaboksir hjá veitarunum og bilarnir eru parkeraðir í P3.  

Skal eg hava pass tá eg ferðist til Danmarkar?

Nei, tað er ikki krav at hava pass til Danmarkar, men tað verður viðmælt. Tú skalt tó kunna vísa at tú ert danskur statsborgari við eitt nú koyrikortið el.ø.

GG: Um tú keypir taxfree vørur í Danmark og ynskir at fáa tollin aftur, skalt tú kunna vísa prógv við mynd. 

English

Kunningardiskurin

(+298) 35 44 00 fae@fae.fo

Rís og Rós

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum, so vit kunnu gera síðuna enn betri