Tenerife
Sólskinsferðin um heystið
Flúgv til Tenerife við
Vís øll flogfeløgTenerife hóskar seg til familjur, pør, vinfólk - ja til øll. Her kanst tú leggja gerandisdagin frá tær, njóta sólina og geva kroppinum ta D-vitamin og orku, sum ofta manglar í vetrarhálvuni.
Oyggin bjóðar bæði strendur og fjøll, so tú kanst velja millum friðarligar dagar á sandinum og upplivingarríkar túrar í náttúruni. Um tær dámar væl at røra teg, eru eisini góðir møguleikar fyri gongutúrum, súkkling og tennis – alt í einum landslagi, sum skiftir frá grønum økjum til svartan gossand.
Tenerife er eisini kend fyri fjølbroyttan og dygdargóðan mat, og har eru nógvir møguleikar, tá tit skulu út at eta – bæði í mun til staðbundna matin og altjóða køkin.