Reykjavik

Alt tað, tær tørvar, í einum lítlum stórbýi

Flúgv til Reykjavik við

Vís øll flogfeløg

Bert ein tíma úr Føroyum liggur Reykjavík – ein býur, har tú beinanvegin kennir teg væl. Her er alt frá kaffistovum, handlum, vælverumiðstøðum og nógvum góðum matstovum. Tú kanst búgva mitt í býnum og ganga til tað mesta – frá morgunkaffi til handlar og heitan pott við útsýni yvir hav og fjøll.

Tú kanst vitja Hallgrímskirkjuna, fara í konsertsalin Harpu, ella seta kós móti náttúruundrum sum Gullfossi, Geysir og Tingvølli. Ynskir tú ró og vælveru, eru hópin av heitum keldum og spa økjum at fara til.

Reykjavík er nóg stórur til at bjóða nakað nýtt hvønn dag, og kortini ikki størri enn so, at hann kennist heimligur. Tú sleppur uttanlands, men kennir teg kortini heima.

English

Kunningardiskurin

(+298) 35 44 00 fae@fae.fo

Rís og Rós

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum, so vit kunnu gera síðuna enn betri