Paris

Kærleikans býur

Flúgv til Paris við

Vís øll flogfeløg

Bonjour!

Mentan, matur og móti – vælkomin til býin, sum hevur alt! París er fullur av lívi, ljósi og løtum, sum tú altíð fert at minnast. 

Sigur tú París, mást tú eisini siga Eiffeltornið. Hvørt tú fert upp í tornið at njóta útsýnið yvir býin, ella siglir framvið eftir Seinen, so er tað eitt must. Stutt frá Eiffeltorninum liggur heimskenda gongugøtan, Champs-Élysées, har hópatal av mótahandlum, kaffistovum og leikhúsum bíða tær.

Um tú elskar list og mentan, hevur franski høvuðsstaðurin sera nógv at bjóða. Louvre er eitt av heimsins mest vitjaðu listasøvnum og hýsir m.a. Monu Lisu og mongum øðrum kendum listaverkum. Tú kanst eisini vitja søguligar kirkjur sum Notre-Dame og Sacré-Cœur, har list og byggilist ganga hond í hond.

Latínarakvarterið er eisini eina vitjan verd – eitt livandi og fjølbroytt øki við gomlum bókabúðum, smáum listasøvnum, lívligum gøtum og hugnaligum matstovum við staðbundnum dámi. 

Tann franska matmentanin er ein heil uppliving í sær sjálvari, og París hevur mat til hvønn góma.

Men minst eisini til at steðga á. París er ikki ein býur, tú skalt skunda tær ígjøgnum. Set teg á eina kaffistovu, fá tær ein croissant og ein kaffi – og njót løtuna. Tað er í teimum smáu løtunum, tú veruliga merkir sálina í býnum.

Skalt tú ferðast við familjuni, hevur París eisini nógv at bjóða. Bert ein tíma frá miðbýnum verður ævintýrið til veruleika. Her kanst tú møta Dunnaldi Dunnu, Øskufíu og aðrar teknisøgustjørnur í Disneylandi.

París er perfekta ferðamálið til eitt langt vikuskifti. Ein býur, tú skalt vitja minst eina ferð – men mest sannlíkt fert tú at vitja býin aftur.

English

Kunningardiskurin

(+298) 35 44 00 fae@fae.fo

Rís og Rós

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum, so vit kunnu gera síðuna enn betri