Oslo

Ein býur við náttúru og nærveru

Flúgv til Oslo við

Vís øll flogfeløg

Oslo er ein býur við náttúru og nærveru. Tú kanst byrja dagin í vakra havnarøkinum Bjørvika, har nútímans bygningar og kaffistovur speglast í vatninum, ella tú kanst ganga eftir Karl Johans gøtu og uppliva kongaslottið. Operahúsið er eisini eina vitjan verd, og av takinum ber til at njóta vakurt útsýni yvir bæði býin og Oslofjørðin. 

Í býnum finnur tú eisini listasøvn sum Nasjonalmuseet og Munch, har tú kanst síggja kenda málningin “Skríggið”. Ein túrur út á Bygdøy er eisini verdur at fara, og har finnur tú fleiri av mest vitjaðu søvnum í Noregi - eitt nú Fram- og Víkingasavnið, sum bjóðar tær inn í norsku sjófarssøguna.

Droymir tú um hvítar fjallatindar og skíðbrekkur? So er lætt at velja Noreg. Stutt úr Oslo liggja fleiri skíðøki, ið eru skjót og ómakaleys at koma til. Noreg er kent fyri síni barnavinarligu og fjølbroyttu skíðøki, har bæði roynd og óroynd trívast.

English

Kunningardiskurin

(+298) 35 44 00 fae@fae.fo

Rís og Rós

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum, so vit kunnu gera síðuna enn betri