Milano

Mentan, matur, upplivingar, shopping - Milano hevur alt

Flúgv til Milano við

Vís øll flogfeløg

Milano er ein býur, sum fangar teg beinanvegin. Her møtast móti, mentan, søga og góður matur í einum stilfullum og lívligum umhvørvi.

Tú kanst byrja dagin við einum túri gjøgnum miðbýin, har stásiliga dómkirkjan Duomo di Milano rísur mitt í býnum. Herfrá er stutt at ganga til glæsuliga handilsgøtuna Galleria Vittorio Emanuele II, har tú kanst njóta bæði arkitektur og góðar kaffistovur.

Í Milano er nógv at uppliva fyri list- og mentanaráhugað. Tú kanst vitja heimskenda listaverkið Tann seinasta kvøldmáltíðin hjá Leonardo da Vinci ella ganga ein túr eftir teimum hugnaligu kanalunum í Navigli-økinum.

Matmentanin er ein stórur partur av upplivingini. Býurin bjóðar alt frá klassiskum ítalienskum rættum sum risotto og pasta, til nýmótans gourmetmat. Um tú ynskir at taka ein steðg frá stórbýarlívinum, er Milano eisini eitt gott útgangsstøði til túrar til vakra Comosjógvin ella aðrar smærri býir í økinum.

English

Kunningardiskurin

(+298) 35 44 00 fae@fae.fo

Rís og Rós

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum, so vit kunnu gera síðuna enn betri