Mallorca

Spanska sólskinsoyggin

Flúgv til Mallorca við

Vís øll flogfeløg

Sól, gyltar sandstrendur og ljósablátt hav – vælkomin til Mallorca! Hetta er ein oyggj, sum bjóðar alt tað, tú droymir um, og eitt sindur afturat. Her finnur tú bæði lívligar býir, fjálgar bygdir og grøna náttúru – alt á somu oyggj.

Mallorca hevur eisini hópum av gistingarhúsum við barnavinarligum svimjihylum, undirhaldi og mati, ið gera oynna til eitt sera vælumtókt ferðamál hjá barnafamiljum.

Í høvuðsstaðnum Palma ganga søga og nútíð hond í hond. Tú kanst spáka eftir gomlum gøtum, vitja stásiligu dómkirkjuna La Seu ella seta teg við sjóvarmálan og njóta ein ís í sólini. Býurin er livandi og fjølbroyttur við góðum matstøðum, spennandi handlum og einum hugnaligum dámi.

Uttan fyri býin skiftir landslagið millum grønar lundir, vínmarkir og smáar býir við steinløgdum gøtum og staðbundnum sølutorgum. Og fyri tey, sum elska at røra seg, eru bæði fjallatúrar og súkkluleiðir í vøkru Tramuntana-fjøllunum ein uppliving í sær sjálvum.

English

Kunningardiskurin

(+298) 35 44 00 fae@fae.fo

Rís og Rós

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum, so vit kunnu gera síðuna enn betri