London
Stórbýurin við øllum tú droymir um
Flúgv til London við
Vís øll flogfeløgLondon er ein býur, sum savnar alt tað besta á einum staði. Stórbýarstemning, kongaliga søgu, sangleik, shopping og fótbólt í heimsflokki. Tú kanst uppliva Big Ben og Tower Bridge, og vitja Buckingham Palace, British Museum og Tate Modern.
Um tú ynskir at shoppa, er handilsgøtan Oxford Street við sínum mongu handlum eina vitjan verd. Og ert tú fótbóltsfjeppari, ert tú komin á rætta stað. London er heimstaður hjá m.a. Premier League stórfeløgunum Arsenal, Chelsea og Tottenham – og tískil hevur býurin eisini eina stóra fótbóltsmentan.
Í London finnur tú altíð okkurt gott at eta - alt frá fish & chips til nútímans matstovur, sum borðreiða við mati úr øllum heimsins londum. London er stórur, men kennist lættur – og hóskar væl til ein stuttan býarskáa við spennandi upplivingum.