Keypmannahavn
Norðurlendski høvuðsstaðurin við sál
Flúgv til Keypmannahavn við
Vís øll flogfeløgKeypmannahavn er tann upplagdi býarskáin, sum bjóðar alt frá ríkum mentanarlívi, góðum matstovum og nógvum møguleikum fyri shopping.
Flestu føroyingar kenna Nyhavn, har litríkir bygningar, kaffistovur og bátar skapa eitt heilt serligt danskt huglag. Eisini kanst tú vitja Tivoli ella fara í djóragarðin, sum er ein av teimum elstu í Evropa. Ert tú til mentan og søgu, eru slottini Rosenborg og Amalienborg eina vitjan verd. Her kemur tú heilt nær at kongaligari søgu og vøkru donsku byggilistini.
Um tú ert ein matelskari, er Keypmannahavn eisini eitt sera spennandi stað. Her finnur tú alt frá klassiskum donskum smyrjibreyði til Michelin-matstovur í heimsflokki. Og til ta søtu tonnina bjóðar býurin góðan bakstur og køkur á næstan hvørjum horni.
Keypmannahavn er ein býur, sum er lættur at ferðast í. Her er alt innan stutta frástøðu, og tú kanst njóta stórbýarlívið í einum avslappaðum og fjálgum umhvørvi – perfekt til ein stuttan býarsteðg ella eina longri ferð við góðum upplivingum.