Gran Canaria

Ein steðg frá kulda og myrkri

Flúgv til Gran Canaria við

Vís øll flogfeløg

Tá veturin her heima kennist langur og myrkur, er tað gott at vita, at sól og ljós bert eru ein flogtúr burtur. Við gyltum sandstrondum og sól stóran part av árinum er kanariska oyggin eitt upplagt ferðamál, tá tú ynskir ein steðg frá kuldanum.

Suðursíðan á Gran Canaria er tann mest vitjaða, og her finst alt tað, tú droymir um. Tú kanst liggja á strondini í Puerto Rico, vitja sandheyggin í Maspalomas ella leiga ein skutara og koyra eftir eysturstrondini við vøkrum útsýni. Um tú ert meira til all-inklusiv hotel og svimjihyljar, so finnur tú bæði stór gistingarhús og smáar hugnaligar íbúðir, har tú kanst slappa av og løða battaríini.

Oyggin verður hvørt ár vitjað av nógvum familjum, og bjóðar alskyns vatnrussjibanar, spælipláss og barnavinarligar strendur.

English

Kunningardiskurin

(+298) 35 44 00 fae@fae.fo

Rís og Rós

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum, so vit kunnu gera síðuna enn betri