Edinburgh
Meira enn bara shopping
Flúgv til Edinburgh við
Vís øll flogfeløgSkotski høvuðsstaðurin er ein býur við vakurleika og einum serligum friði mitt í øllum tí stórsligna. Ein perfektur býarsteðgur, har tú bæði fært mentan, náttúru og sjálvandi shopping – alt á einum staði.
Tú kanst uppliva alt frá Edinburgh slotti til Royal Mile við smáum handlum, vertshúsum og søguligum bygningum á báðum síðum.
Í miðbýnum er lætt at ganga – frá vakra botaniska urtagarðinum til listasøvn og smáar gamlar gøtur. Tú kanst vitja National Museum of Scotland, seta teg á eina kaffistovu við Grassmarket, ella royna eitt siðbundið afternoon tea við skotskum íblástri.
Náttúran er eisini nær við. Tú kanst ganga ein túr upp á Arthur’s Seat og fáa eina heilt aðra kenslu av býnum. Kvøldið kanst tú brúka til livandi tónleik og ein betri bita á einari góðari matstovu.