Billund
Ferian til alla familjuna
Flúgv til Billund við
Vís øll flogfeløgDroymir tú um summar og hvítar strendur uttan at ferðast ov langt? So er Billund eitt upplagt val. Her finnur tú alt frá stuttleikaparkum og vatnlandi til náttúru og ítrív fyri alla familjuna.
Ferðast tú við børnum, er Legoland ein sjálvsøgd byrjan. Beint við liggur Lalandia, sum er størsta vatnlandið í Skandinavia. Her kunnu tit sum familja fáa stuttligar upplivingar við millum annað svimjihylum, hitapottum, vatnrussjibanum, klatriveggum, spælilandi og minigolf.
Í Jútlandi eru nógvar strendur, har tú kanst leiga summarhús, njóta friðin og vera saman við tínum nærmastu.
Skalt tú víðari út í heim, so er Billund eisini ein flogvallarbýur við góðum sambandi til nógvar evropeiskar býir.