Barcelona

Sól, tapas og mentan

Flúgv til Barcelona við

Vís øll flogfeløg

Barcelona er ein býur, sum hugtekur teg beinanvegin. Her finnur tú stórbýarlív, strendur, mentan og mat – alt í einum lívligum og litríkum umhvørvi.

Tú kanst byrja dagin við einum túri eftir Las Ramblas, har gøtulist, sølutorg og hópin av kaffistovum liggja. Nær við liggur stásiliga og heimskenda kirkjan Sagrada Família, har tú kanst uppliva sermerkta stílin hjá Antoni Gaudí.

Í býnum finnur tú alskyns matstovur. Um tú mungar eftir tapas, sjógæti ella onkrum heilt triðja, so hevur Barcelona mat til ein hvønn góma. Ynskir tú ein steðg frá stórbýarlívinum, er lætt at fara til smærri býir og tær mongu strendurnar, ið liggja nær við.

English

Kunningardiskurin

(+298) 35 44 00 fae@fae.fo

Rís og Rós

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum, so vit kunnu gera síðuna enn betri