Innskrivað viðføri

Innskrivað viðføri er tað viðføri, sum verður goymt í lastarrúminum á flogfarinum undir flúgving, og sum tú ikki skalt hava við tær umborð á flogfarið.

DSC 8978

Innskrivað viðføri

Hvussu nógv má innskrivað viðføri viga?

Tað kunnu verða ymsar reglur fyri, frá flogfelag til flogfelag, hvussu nógv innskrivað viðføri má viga. Hjá Atlantic Airways er hámarkið 23 kg, meðan tað hjá øðrum kann vera niður í 20 kg ella minni. 

Vektin á innskrivaðum viðføri er ofta treytað av slagnum av ferðaseðli og reglum hjá flogfelagnum. Um viðføri títt vigar meira enn loyvda hámarkið, kann flogfelagið leggja eitt gjald afturat.

Vit mæla til, at tú setir teg í samband við flogfelagið fyri at fáa at vita, hvørjar reglurnar eru.

Hvussu nógvar eindir av innskrivaðum viðføri kann eg hava við?

Talið av innskrivaðum viðføri veldst um tín ferðaseðil, ferðamálið og reglurnar hjá flogfelagnum. Til dømis kanst tú við summum ferðaseðlum hava eina eind á upp til 23 kg, meðan aðrir ferðaseðlar loyva tveimum eindum.

Vit mæla til, at tú setir teg í samband við flogfelagið fyri at fáa at vita, hvørjar reglurnar eru.

Kann eg hava battarí í innskrivaðum viðføri?

Nøkur flogfeløg loyva ikki, at tú hevur battarí ella battarídrivnar eindir í innskrivaðum viðføri. Hesi skulu heldur takast við í hondviðførið. Hetta er til dømis galdandi fyri farteldur, teldlar, "power banks" v.m., tí hesi innihalda lithiumbattarí.

Tó kanst tú hava leys vanlig húsarhaldsbattarí bæði í hondviðføri og í innskrivaðum viðføri. Hetta er t.d. galdandi fyri battarí sum AA og AAA.

Skal heilivágur vera í innskrivaðum viðføri?

Tað er tín avgerð, um tú vilt hava heilivágin í handviðføri ella innskrivaðum viðføri. Tó mæla vit altíð til, at lívsneyðugur heilivágur verður havdur í handviðføri, so tú hevur hann við tær gjøgnum alla ferðina.

Kann eg hava vápn í innskrivaðum viðføri?

Serligar avmarkingar eru, um tú skalt ferðast við vápnum. Vápn og lóður skulu ofta innskrivast sum serligt viðføri, og tú skalt hava loyvi frá flogfelagnum áðrenn fráferð.

English

Kunningardiskurin

(+298) 35 44 00 fae@fae.fo

Rís og Rós

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum, so vit kunnu gera síðuna enn betri