Handviðføri
Væta og flótandi evni
Íløt
Væta ella onnur flótandi evni skulu vera í íløtum (gløsum, dósum, tupum o.s.fr.), sum ikki kunnu rúma meira enn 100 ml.
Væta
Tað er umráðandi at leggja til merkis, at ávís evni, so sum tannkrem, krem, smyrsl, gelé og sprey, eisini verða roknað sum væta, uttan mun til um tey eru upplýst í ml ella grammum.
Plastposi
Tú kanst hava meira enn eitt ílat við vætu, men tey skulu øll kunna vera í einum plastposa, sum tilsamans ikki rúmar meira enn 1 litur. Posin skal kunna latast aftur, og hvør ferðandi kann bert hava ein slíkan posa við.
Trygdareftirlit
Tá farið verður gjøgnum trygdareftirlitið, skal posin takast úr handviðførinum og leggjast sjónliga í bakkan, soleiðis at trygdarvørðurin lættliga sær hann.
Undantøk fyri vætu yvir 100 ml
Barnamatur/drekka og rakføði (diæt)
Tú hevur loyvi at hava størri nøgdir enn 100 ml av barnamati/drekka og rakføði, um hesi eru neyðug til ferðina.
Tax Free vøra
Væta og flótandi evni yvir 100 ml, sum eru keypt í Tax Free handlinum á flogvøllinum kunnu sum útgangsstøði eisini takast við umborð. Tó kann krav vera um, at hesar eru í innsiglaðum posa við sjónligari kvittan í.
Trygdarftirlit
Allar vætur, barnamatur og rakføði skulu takast úr handviðførinum og leggjast sjónliga í bakkan, soleiðis at trygdarvørðurin lættliga sær tað.
Heilivágur og undantøk
Væta yvir 100 ml
Heilivágur, sum er í flótandi formi (væta, gelé, sprey e.l.), er undantikin vanligu reglunum um vætu, og kanst tú tískil hava størri nøgdir enn 100 ml við tær í handviðførinum.
Kølievni
Um heilivágurin krevur at vera á køli, kanst tú hava við tær evni at køla við.
Sproytur og nálir
Sproytur og nálir, sum hoyra til heilivág, eru undantikin vanligu avmarkingunum og kunnu tí eisini takast við í handviðførinum.
Trygdarftirlit
Tú mást kunna prógva bæði tørv og sanngildi á heilivági og øllum tilhoyri.
Innskriving av handviðføri
Summi flogfeløg bjóða møguleikan at innskriva handviðførið ókeypis. Serliga á fullum flogferðum, har tað kann vera avmarkað pláss til handviðføri í kabinuni. At innskriva handviðføri kann tí lætta um tína ferð.