Viðføri
Handviðføri
Innskrivað viðføri
Serligt viðføri
Mist og funnið
Hevur tú gloymt eitthvørt í Vága Floghavn, skalt tú seta teg í samband við okkara Lost&Found á tlf. 78 44 44.
Fyri lutir, sum eru gloymdir umborð á flogfari, verður tú biðin um at seta teg í samband við flogfelagið, tú hevur ferðast við.
Hevur tú mist viðføri ella hevur tú spurningar um skatt viðføri? So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Atlantic Airways á tlf. 34 10 00 ella við at skriva til rcbagservice@atlantic.fo.
Tax-Free og tollur
Tollfrítt fyri ferðandi til Føroya
Tú kanst, undir ávísum treytum, innflyta vøru til Føroya toll- og avgjaldsfrítt.
Vit mæla til, at tú kunnar teg um galdandi tollreglur, sum tú finnur á heimasíðuni hjá TAKS.
Myndin niðanfyri vísir, hvussu nógv tú kanst innflyta av rúsdrekka, tubbaki, luktilsi, rakivatni, sjokulátu og sodavatni.

Tax-free
Ert tú ikki fastbúgvandi í Føroyum, kanst tú keypa tax-free við tær úr Føroyum. Hetta kanst tú gera við at biðja um tax-free klistur frá Planet Pay í handlinum tú keypir frá.
Keypsupphæddin skal í minsta lagi vera 300 kr. úr hvørjum handli. Við kunningardiskin í innskrivingarhøllini kanst tú avgreiða tínar tax-free kvittanir, har tú kanst fáa 13-18% av upphæddini endurgoldið.