Skerdur førleiki

Vága Floghavn er gjørd so brúkaravinarlig sum gjørligt, so vit kunnu gera tað lætt og ómakaleyst fyri allar okkara brúkarar. 

Um tú hevur skerdan førleika á ein ella annan hátt, ber til at fáa ymiska hjálp og tú kanst lesa meira um hetta á hesi síðu.

DSC 8884

Vága Floghavn er gjørd so brúkaravinarlig sum gjørligt. Til dømis eru ongar gáttir, og WC til rørðslutarnað eru bæði áðrenn innskriving (landside) og eftir innskriving (airside).

Atlantic Airways hevur eina serliga lyftu, sum kann hjálpa ferðafólkum, t.d. teimum í koyristóli, at koma umborð ella í land. Somuleiðis hava tey tøkar koyristólar til ferðandi, sum hava tørv á tí.

Niðanfyri ber til at fáa meira kunning um fyrireiking, innskriving og umstøðurnar umborð á flogførum.

Skerdur førleiki

Fyrireiking

Um tú hevur tørv krevjandi brek og hevur brúk fyri serligum stuðli í floghavnini ella umborð í flogfarinum, so mæla vit til, at tú sigur frá hesum, tá tú bíleggur ferðaseðilin. Hetta hjálpir okkum at tryggja, at tú fært ta hjálpina, tú hevur tørv á.

Hetta er galdandi, um tú t.d.:

  • hevur tørv á stuðli at koma til og frá flogfarinum
  • hevur tørv á stuðli at koma umborð í flogfarið
  • nýtir koyristól
  • hevur tørv á at hava iltfløsku við í flogfarið
  • hevur blindrhund við
  • er sjónveikur ella hoyriveikur

Nøkur flogfeløg hava ikki møguleika at taka el-riknar koyristólar við í flogførunum. Tí mæla vit til, at tú spyr um hetta, tá ferðaseðilin verður bílagdur, fyri at fáa vissu fyri, at alt er í lagi.

Vit vilja eisini minna á, at tað er umráðandi at møta í floghavnini í góðari tíð áðrenn fráferð, so alt kann fyrireikast so væl sum til ber.

Beint við høvuðsinngongdina til farstøðina eru tveir merktir parkeringsbásar, ætlaðir til fólk við rørslutarni, sum skulu avgreiða viðurskifti í floghavnini. Til langtíðar  parkering verður víst til langtíðar parkeringsøkið.

Í farstøðini er eisini atgongd til WC, ætlað rørðslutarnaðum, og koyristólur er tøkur, ímeðan tú steðgar í farstøðini.

Innskriving

Hevur tú frammanundan biðið um stuðul í floghavnini, nýtir koyristól, gongustativ ella líknandi, er tað umráðandi at møta til innskriving í floghavnini í góðari tíð,

Hevur tú umbiðið stuðul, tá ferðaseðilin var umbiðin, vilja starvsfólk hjá flogfelagnum stuðla við innskrivingini og at avgreiða viðførið.

Starvsfólkini kunnu somuleiðis verða til hjálpar, tá farast skal gjøgnum trygdareftirlitið og út til flogfarið.

Hevur tú tørv á einum hjálpara til at stuðla, kann hetta lata seg gera út til útgongdina. Kunning um hetta fæst hjá flogfelagnum.

El-riknir koyristólar mugu ikki havast við inn í flogfarið, men skulu í staðin skrivast inn sum ferðagóðs ella farmur. I nógvum floghavnum er møguligt, ókeypis, at læna ein koyristól til brúks frá innskriving til fráferð. Flogfeløgini kunnu upplýsa, hvørjar serligar reglur eru galdandi fyri koyristólar, ið nýta annaðhvørt turrbattaríir ella vátbattaríir.

Um koyristólurin kann leggjast saman, kann hann vanliga nýtast allan vegin út til flogfarið.

Umborð

Vanliga fáa rørðslutarnaði loyvi at fara umborð í flogfarið áðrenn hini ferðafólkini. Hevur tann ferðandi frammanundan biðið um stuðul, vilja starvsfólk stuðla tí ferðandi allan vegin upp í flogfarið.

Tó kann framferðarhátturin verða ymiskur frá flogfelag til flogfelag og frá floghavn til floghavn. Set teg tí í samband við flogfelagið ella floghavnina fyri at frætta nærri.

WC'ini umborð í flogførum eru smá og trong og kunnu geva koyristóla brúkarum trupulleikar. Á summum flogleiðum og flogførum finnast koyristólar umborð. Flogmanningin kann tó ikki stuðla við lyfting, serligum tørvi í samband við borðreiðing ella tá farast skal á WC.

English

Kunningardiskurin

(+298) 35 44 00 fae@fae.fo

Rís og Rós

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum, so vit kunnu gera síðuna enn betri