Innskriving og trygdareftirlit

Vanliga bjóðar títt flogfelag tær fleiri valmøguleikar fyri innskriving áðrenn fráferð - annaðhvørt á netinum, umvegis heimasíðu ella app. Annars hevur tú altíð møguleika at innskriva teg á flogvøllinum við sjálvavgreiðslu ella við innskrivingarpultarnar.

Tað er ymiskt frá flogfelagi til flogfelag, nær loyvda tíðarbilið er fyri innskriving og innlating av viðføri. Hesar tíðir finnur tú á heimasíðuni ella appini hjá flogfelagnum, sum tú ferðast við. 

Gev gætur, at bæði innskriving, innlating av viðføri og trygdareftirlit skulu vera liðugt avgreidd áðrenn ásettu tíðina.

DSC 4322

Vit mæla til, at tú møtir á flogvøllinum í minsta lagi 1,5 tíma áðrenn fráferð - uttan mun til um tú hevur innskrivað teg frammanundan ella á flogvøllinum. 

Innskriving og trygdareftirlit

Innskriving á netinum

Vit mæla til, at tú innskrivar teg á netinum, longu áðrenn tú kemur á flogvøllin. Tað er skjótt og ómakaleyst, og tú kanst sostatt spara tíð og sleppa undan trupulleikum á ferðadegnum.

Innskrivingina finnur tú á heimasíðuni ella appini hjá flogfelagnum, sum tú ferðast við.

Tá tú hevur innskrivað teg á netinum, kanst tú prenta títt ferðapass (boardingkort) ella taka tað niður á tína snildfon.

Ferðast tú bert við handviðføri, kanst tú fara beinleiðis til trygdareftirlitið á flogvøllinum.

Innskriving á flogvøllinum

Um tú innskrivar teg á flogvøllinum, kann hetta gerast í sjálvtøku-automatunum, sum standa á vinstru síðu tá tú kemur inn í farstøðina. Somuleiðis ber til at prenta tíni viðførismerki.

Sjálvtøkur til innskriving

Í sjálvtøku-automatunum til innskriving (self check in) kanst tú brúka bíleggingarnummar ella pass til at finna tína bílegging og útskriva . Hevur tú innskrivað teg heiman frá, kanst tú skanna strikukotuna.

Sjálvtøkur til prent av viðførismerki

Um tú longu ert innskrivaður, ber til at prenta tíni viðførismerki til at seta á viðføri, sum skal innskrivast. Serstakar sjálvtøkur eru til at prenta viðførismerki. Hesar finnur tú annaðhvørt úti í lonunum á parkeringsøkinum ella inni á farstøðini. Tá tú hevur fingið viðførismerki á, ber til at innskriva viðførið við baggage-drop sjálvavgreiðsluni.

Innskrivingarpultar

Til ber eisini at innskriva teg og lata inn viðførið á mannaðum innskrivingarpultum, sum eru at finna beint við síðuna av viðførisbondunum.

Innlating av viðføri / baggage-drop

Ferðast tú bert við handviðføri, kanst tú fara beinleiðis til trygdareftirlitið á flogvøllinum.

Til innskrivað viðføri eru tvey viðførisbond við sjálvavgreiðslu.

Um tú innskrivar teg á sjálvtøkunum og setir merkið á viðførið, kanst tú fara beinleiðis til sjálvavgreiðsluna. Set viðførið á bandið og skanna strikukotuna á merkinum. Nøkur sekund seinni fer viðførið eftir bandinum, og avgreiðslan er liðug.

Einasta treyt er, at tú ikki hevur meira viðføri við enn loyvt. Um so er, noyðist tú til tann mannaða innskrivingarpultin.

Tað tekur bert eini 45 sekund at lata inn viðførið, men bíðirøðir kunnu vera, tá serliga nógv fólk ferðast um flogvøllin.

Skerdur førleiki

Trygdareftirlit

Kom lætt og skjótt gjøgnum trygdareftirlitið

Áðrenn tú fært atgongd til avbyrgda fráfaringarøkið, skalt tú gjøgnum trygdareftirlitið.

Ávegis gjøgnum trygdareftirlitið eru ymsar vegleiðingar, m.a. við atliti til reglur um loyvt handviðføri, sum tú verður biðin um at fylgja.

Tú gongur gjøgnum portrið inn til trygdareftirlitið við fyrst at skanna títt ferðakort (boarding-kort) og síðani inntøppa tín tjóðskap (til hagtøl). 

Tá tú hevur lagt handviðførið og annað kravt á bandið, gongur tú gjøgnum ein magnetkarm, sum kann finna fram til møguligar metallutir. Eisini verður hondviðførið hjá tær skannað.

Vegleiðingar og áheitanir frá trygdarvørðunum skulu altíð fylgjast. Trygdarvørðarnir eru har fyri at tryggja, at tú ferðast trygt.

Trygdarvørðarnir hava skyldu at taka lutir frá, um mett verður at teir kunnu seta flogtrygdina í vanda. 

Tað er umráðandi at møta í góðari tíð til bæði innskriving og trygdareftirlit. Um tú kemur seint, kanst tú rokna við at standa í bíðirøð.

English

Kunningardiskurin

(+298) 35 44 00 fae@fae.fo

Rís og Rós

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum, so vit kunnu gera síðuna enn betri