Heimasíða
www.icelandair.comIcelandair er íslendskt flogfelag, ið varð stovnað í 1937 sum Flugfélag Akureyrar, seinni Flugfélag Íslands. Gjøgnum tíðirnar hevur Icelandair ment seg til eitt týðandi flogfelag millum Evropa og Norðuramerika við miðstøð í Keflavik.
Føroyska samstarvið við Icelandair gongur heilt aftur til 1960’árini, tá undangongumenn tóku stig til fyrstu regluligu rutuflúgvingarnar millum Vágar og Danmark, Noregi og Skotland. Icelandair røkti regluliga rutuflúgving til Føroyar fram til 2004.
Í 2024 tók Icelandair uppaftur samstarvið við Vága Floghavn við regluligari flúgving millum Vágar og Keflavík. Higani kunnu umleið 40-50 ymisk ferðamál røkkast umvegis rutunetið hjá Icelandair, bæði í Norðuramerika, Grønlandi og Europa.