Telefon
+298 34 10 00Heimasíða
www.atlantic.foAtlantic Airways er altjóða flogfelag Føroya við høvuðsæti á flogvøllinum í Sørvági.
Atlantic Airways varð stovnað 10. november 1987 og fleyg fyrsta túrin til Keypmannahavnar tann 28. mars 1988. Síðani hevur Atlantic Airways støðugt ment bæði flotan og rutunetið. Fyrstu árini varð flogið við flogførum frá British Aerospace og síðani 2012 av slagnum Airbus.
Atlantic Airways rekur eisini tyrluf´lýgvingina í Føroyum, eins og felagið er partur av hotelvirksemi á Hotel Vágum og Hotel Hilton.
Í dag flýgur Atlantic Airways til 12 beinleiðis ferðamál í Evropa og knýtir harvið Føroyar tættari umheiminum.
Telefon
+298 34 10 00Heimasíða
www.atlantic.fo