Ferðavegleiðing
Pass og visum
Sum ferðandi er tað tín ábyrgd at kanna og halda pass- og visumreglurnar í landinum, sum tú ferðast til. Ymsar reglur eru galdandi á teimum ymsu ferðamálunum.
Mælt verður til altíð at hava passið við á ferðini.
Norðurlond
Sum meginregla er ikki neyðugt við passi, tá ið tú ferðast í Norðurlondunum. Tá er nóg mikið við galdandi samleikaprógvi við mynd, so sum koyrikort.
Onnur lond
Á heimasíðuni hjá danska uttanríkisráðnum sært tú, hvørjar reglur eru galdandi fyri onnur lond, ella hvar tú skalt venda tær fyri at kanna hetta nærri.
Tað er løgreglan, sum er passmyndugleiki í Føroyum.
Upplýsingar um umsókn um pass, burturmist pass o.a. kunnu síggjast her.
Ferðatrygging
Tað er umráðandi at tekna eina ferðatrygging og/ella kanna eftir, at tín ferðatrygging fevnir um títt ferðamál.
Um okkurt óvæntað hendir á tínari ferð, kann ein uttanlandaferð uttan nóg góða ferðatrygging gerast sera kostnaðarmikil.
Tað er tí eitt gott hugskot at tosa við tryggingarfelagið hjá tær, áðrenn tú fert avstað, soleiðis at alt er í ordan áðrenn fráferð.
Longri flogferðir
Tá tú ferðast á longri flogferðum, eru nøkur ráð góð at fylgja:
Drekk vatn heldur enn rúsdrekka. Rúsdrekka kann turka kroppin út (dehydrering) og økja um váðan fyri blóðtøppum. Rør teg javnan – vippa tærnar, og spáka tær ein túr í miðgongini.
Ver rólig/ur. Lat vera við at øsa teg um smáting, og minst til at halda aftur við rúsdrekka. Ov nógv rúsdrekka viðførir manglandi sjálvsatfinning og kann virka ógvusligari, tá ein er illur ella erkvisin.
Vís virðing fyri flogmanningini. Flogskiparin hevur hægsta myndugleika umborð, og avgerðir hjá flogskipara skulu altíð virðast. Larmur ella ørskapur kann føra til óynsktar seinkingar og stórt endurgjaldskrav.
Roykibann er alneyðugt. Roykibann er fyri trygdina hjá øllum. Gev gætur, at roykvarnarar finnast í fleiri støðum í flogfarinum, og teir boða beinanvegin frá, um roykt verður.
Fyrireika teg til longri tíð uttan tubbak. Hav nikotin tyggigummi ella annað avvenjingarevni við, so tú kanst klára tær betur á longu ferðini.
Trygdin á ferðamálinum
Danska Uttanríkismálaráðið kunngerð javnan vegleiðingar til ferðandi á heimasíðu teirra.
Ferðavegleiðingarnar geva ráð og upplýsingar um lond og økir við serligum váða grundað á kríggj, vanda fyri yvirgangi, borgarastríð, náttúruvanlukkur, kriminalitet og líknandi váðar.
Tað ber til at finna ferðavegleiðingar frá danska Uttanríkismálaráðnum her.