Vága Floghavn - okkara arbeiðspláss

Góðu starvsfólk, nýggj sum roynd

Vága Floghavn hevur bæði djúpar røtur í fortíðini og stór mál fyri framtíðina. Flogvøllurin varð bygdur sum ein hernaðarfloghavn undir seinna heimsbardaga, og í 1963 tók Vága Floghavn ímóti fyrsta regluliga flogfarinum við ferðafólki. Tá bar ikki til at ferðast fleiri ferðir um vikuna, men í dag er støðan ein heilt onnur. Vit avgreiða í miðal millum 1.000 og 1.500 ferðandi hvønn dag árið runt  – og í háárstíðini kann talið koma heilt upp á millum 4.000 og 5.000 um dagin. Í dag eru vit fleiri enn 80 starvsfólk og vit eru komin langt, og tað er eina og aleina takka verið tykkum.

Fremsta uppgávan hjá okkum er at syrgja fyri tryggum, smidligum og effektivum flogsambandi millum Føroyar og útheimin. Vit arbeiða støðugt fyri at veita ferðandi eina góða og trygga uppliving, og samstundis stuðla vit føroyska samfelagnum við støðugt at menna eitt framkomið undirstøðukervi.

Regin I. Jakobsen, stjóri

Vága Floghavn - okkara arbeiðspláss

Okkara lyfti sum arbeiðsgevari

Sum arbeiðsgevari leggja vit stóran dent á at skapa eitt arbeiðspláss, har tú bæði trívist og mennist. Vit bjóða tær tryggar karmar at arbeiða í, samstundis sum vit eggja til nýhugsan, fakliga menning og samstarv millum øll starvsfólk.

Vit vita, at tað eru okkara starvsfólk, ið gera munin, og vit hava sett okkum fyri at geva tær bestu møguleikar til at avrika og fáa eina jaligan arbeiðsdag. 

Vit eru saman um tingini í Vága Floghavn, og her ert tú ein týðandi partur av heildini. Tí vilja vit tryggja, at tín rødd verður hoyrd, og at tín arbeiðsgleði verður raðfest. Vit gleða okkum til framhaldandi at samstarva við teg, har vit í felag arbeiða fyri, at Vága Floghavn heldur áfram at vera eitt trygt, effektivt og mennandi arbeiðspláss.

Takk fyri títt íkast og fyri at vera við til framhaldandi at gera Vága Floghavn til ein flogvøll í heimsflokki, sum knýtir Føroyar til umheimin.

Fortíð, nútíð og framtíð

Vága Floghavn hevur frá byrjan verið portur Føroya til heimin. Frá fyrstu ferðunum við skrúvuflogførum til nútíðar jettflogfør hevur flogvøllurin verið ein kritiskur liður í føroyska samfelagnum. Men vit steðga ikki her. Stórar útbyggingar eru í gongd, og nýggjar ætlanir liggja fyri framman. Í 2011 varð flogbreytin longd úr 1.250 metrum upp í 1.799 metrar, og í 2014 vórðu nýggja farstøðin og tænastubygningarnir tikin í nýtslu. Vit arbeiða við einari heildarætlan sum skal tryggja, at Vága Floghavn framhaldandi er ein avbera vælvirkandi floghavn á altjóða stigi.

Eg vóni, at starvsfólkahandbókin gevur tær neyðuga kunning og vegleiðing, so tú kennir teg væl fyri í tínum nýggja ella núverandi starvi. Handbókin er ætlað sum eitt amboð, tú altíð kanst venda aftur til, um tú hevur spurningar ella er í iva um tína leiklut á flogvøllinum. Hon er ein vegleiðing til okkara dagligu mannagongdir, ábyrgdir og virðir. Eg vil eisini heita á tykkum um at koma til mín, um tit hava hugskot, spurningar ella viðmerkingar. Mær dámar væl, tá vit saman finna loysnir  – tykkara íkast er týdningarmikið fyri, at vit saman kunnu gera Vága Floghavn enn betri. Eg gleði meg til framhaldandi at samstarva við tykkum øll.

Søgan í stuttum

Vága Floghavn er upprunaliga hernaðarfloghavn bygd undir seinna heimsbardaga. Fyrst í sekstiárunum gjørdist tørvurin á flogferðslu til Føroyar so mikið stórur, at farið var undir at nútímansgera floghavnina við m.ø. hentleikum til ferðafólk.

1. juli 1963 lat floghavnin upp fyri vanligari flogferðslu, og fyrsta flogfarið eftir hetta lendi 17. juli. Fyrstu tíðina vóru einans skrúvuflogfør nýtt. Síðani 1977 hava eisini nýmótans jettflogfør røkt rutusambandið til floghavnina.

Statens Luftfartsvæsen hevði umsitingina av floghavnini um hendi frá 1963 til 30. apríl 2007. Tann 1. mai 2007 yvirtók Føroya Landsstýri Vága Floghavn. Frá sama degi gjørdist floghavnin landsstovnur undir Vinnumálaráðnum, ið hevði ábyrgd av framhaldandi rakstri av Vága Floghavn.

Tann 24. juli 2008 var alt virksemið hjá Vága Floghavn lagt í p/f Vága Floghavn, ið yvirtók raksturin av Vága Floghavn.

Fram til 14. septembur 2015 var Vága Floghavn málsøki hjá Vinnumálaráðnum, tá tað varð flutt til Samferðslumálaráðið.

Í desembur 2011 var longda flogbreytin tikin í nýtslu. Flogbreytin bleiv longd frá 1250m til 1799m við nýggjum innflúgvingartólum og betur ljóskonfiguratión

17. juni 2014 bleiv nýggja farstøðin og nýggju tænastubygningarnir tiknir í nýtslu.

Í juli 2016 undirskrivaðu J&K Petersen og Vága Floghavn sáttmála um útbygging parkeringsøkinum við flogvøllin. Eftir at arbeiðið er liðugt er nú pláss fyri úti við 800 bilum.

Trý flogfeløg røkja flúgvingina millum Føroyar og umheimin. Atlantic Airways hevur fleiri flogleiðir til útheimin, SAS røkir flogleið ímillum Vágar og Keypmannahavn, og Widerø millum Vágar og Bergen.

Bygnaður

Missión og visjón

FAE Vága Floghavn P/F er alment føroyskt partafelag, sum stendur fyri rakstrinum av Vága Floghavn. Vit røkja kritiska undirstøðukervið til altjóða loftferðslu við útgangsstøði í Føroyum, umframt til innanlands tyrluflúgving. 

FAE Vága Floghavn er tænastuveitari hjá eini røð av flogfeløgum, virkjum og einstaklingum og føroyska samfelagnum sum heild. Okkara uppgáva er á marknaðartreytaðum grundarlagi at veita best møguligu tænastuna til okkara samstarvspartar og vera ein viðvirkandi partur at skapa vøkstur í føroyska samfelagnum.

FAE Vága Floghavn P/F virkar fyri at skapa virðismikil sambond.  Vit seta fólk og støð saman, soleiðis at varandi bond verða knýtt.

 

Missión okkara:

Vága Floghavn er loftvegis portur Føroya til altjóða sambond

Vága Floghavn er portrið, sum tryggjar smidligt og trygt flogsamband við umheimin. Vit virka fyri at røkja og menna virðismikil sambond. Vit seta fólk og støð saman, soleiðis at varandi bond verða knýtt.

Visión okkara:

Vit vilja vera til reiðar til framtíðina 

Hetta gera vit við miðvísum og burðardyggum íløgum í undirstøðukervi, førleikar og sambond, og á tann hátt støðugt menna Vága Floghavn sum føroyska floghavnin á altjóða støði

Vit vilja, at øll kenna seg trygg við at ferðast umvegis Vága Floghavn

Hetta gera vit við altíð at seta trygdina ovast fyri at verja ferðandi og lutum móti skaða

Vit vilja geva ferðandi góðar upplivingar 

Hetta gera vit við røttu javnvágini millum trygd og tænastu, og umvegis eitt gott og tætt samstarv við flogfeløgini og hinar aktørarnar í Vága Floghavn, soleiðis at tey ferðandi fáa eina góðar heildaruppliving 

Vit vilja røkja og menna virðismikil sambond 

Hetta gera vit við at vera kappingarfør í øllum lutum og við at marknaðarføra okkum yvirfyri áhugaverdum samstarvsfeløgum

Vit vilja skapa búskapar- og fólkavøkstur í Føroyum

Hetta gera vit, umframt at røkja og menna sambond, við at vera ein virkin viðleikari hjá føroysku ferðavinnuni og vinnuni sum heild

Vit vilja hava ein starvsfólkahóp í serflokki

Vit vita, at dugnalig starvsfólk er ein fyritreyt fyri at røkka øllum tí, vit seta okkum fyri á Vága Floghavn. Tí vilja vit skapa eitt dámligt arbeiðspláss, har nærløgd starvsfólk trívast og mennast, og har førleikar verða settir í hásæti

Vit vilja ganga á odda, tá umhvørvisvinarligar loysnir um ræður

Hetta gera vit við at taka ábyrgd fyri einum skifti til eina grønari framtíð, m.a. við at hugsa langskygt, tá nýggjar íløgur skulu gerast

Virðisgrundarlag

Trygdina fremst

Í Vága Floghavn vænta vit, at tú tekur ábyrgd, ert álítandi og leggur teg eftir at veita eina trygga og góða tænastu til bæði ferðandi, starvsfelagar og onnur, sum eru okkara kundar. 

Vit bjóða tær eitt arbeiðspláss, har faklig menning og trivnaður er í hásæti, við virðing fyri tínari persónligu og fakligu menning. Saman skapa vit eitt trygt og dynamiskt arbeiðsumhvørvi, har tú verður partur av einari felagsmentan, ið leggur dent á samstarv, trygd og góðan tænastuhugburð. 

Í Vága Floghavn vilja vit virða og arbeiða sambært eini sunnari trygdarmentan (eisini nevnd Just Culture) har opinleiki, læring og trygd ganga hond í hond. Hetta merkir, at vit skapa eitt arbeiðsumhvørvi og ein hugburð, har vit øll - bæði leiðarar og starvsfólk - trygt kunnu boða frá trygdarbrotum, feilum og hendingum uttan at bera ótta fyri revsing, so leingi sum hendingin ikki var tilætlað ella var grovt ósketni.

Trygdarmentanin hjálpir okkum áhaldandi at læra av royndum og betra um trygdina á flogvøllinum. Uttan mun til um tú arbeiðir við rakstri, tøkni, á verkstaðnum ella í umsitingini, er tín vitan viðkomandi og eitt íkast til, at flogvøllurin støðugt er eitt trygt og vælvirkandi arbeiðspláss fyri starvsfólk og ferðandi. 

Just Culture trygdarmentanin hevur til endamáls at gera flogtrygdina​ sjónliga, varðveita flogtrygdina og betra um støðið á flogtrygdini.​ Við “Just Culture” er tað trygt at siga frá trygdarhendingum. 

Í​ Vága Floghavn fremja vit hesa trygdarmentan við at:​

  • vísa starvsfólkunum álit og geva eina rættvísiskenslu, sum​ eggjar til at tey fráboða hendingar, sum viðvíkja flogtrygdini,​ fráboða váðar, brek ella hóttanir fyri flogtrygdina, samstundis​ sum hetta skundar undir, at starvsfólkini taka stig til at betra​ um flogtrygdina,​
  • vit hava ein greiðan skilnað millum atburð, sum kann​ góðtakast, og atburð, sum ikki kann góðtakast í mun til​trygdarstýringina, og​
  • vit hava eina “awareness”- og útbúgvingarætlan, sum økir um​ tilvitskuna til flogtrygdina og gevur starvsfólkunum førleikar í at stýra flogtrygdini, undir hesum​ eisini at handfara hóttanir.​
  • Bert tey, sum við grovum ósketni ella tilvitað seta trygdina í vanda, kunnu koma at standa til svars fyri tí, sum verður fráboðað.​

Vit tæna kundanum

Alt tað vit takast við, peikar onkusvegna aftur á okkara kundar. Uttan kundar ongin flogvøllur, so kundatænasta á flogvøllinum er ein avgerandi partur av okkara arbeiði.

Vit vilja at allir kundar – bæði tey, ið arbeiða í og fyri Vága Floghavn, og tey, ið nýta okkara tænastur – fáa eina góða kundauppliving.

Kundatænasta er ein felags uppgáva, sum fevnir um fleiri ymiskar aktørar, bæði innan og uttan fyri okkara beinleiðis ræðisrætt. Vit vita, at upplivingin hjá okkara ferðandi er treytað av einum góðum samstarvi millum flogfeløg, trygdareftirlit, mynduleikar og aðrar samstarvsfelagar á og uttanfyri flogvøllin. 

Tí seta vit altíð kundan fremst við at skapa eina góða uppliving har, vit hava ávirkan, og við at arbeiða saman við samstarvsfeløgum fyri at loysa trupulleikar, tá ið teir stinga seg upp.

Vit stremba eftir at vera til staðar, vísa skil og veita ta bestu hjálpina, soleiðis at hvør ferðandi kennir seg virdan og hoyrdan.

Vit vilja støðugt menna okkara kundatænasta og førleikar at hjálpa okkara kundum. Um tú sum starvsfólk hoyrir um upplivingar ella fáa viðmerkingar frá kundum, er tað av stórum týdningi at lata afturmeldingina koma víðari á rætta stað, so vit hoyra hvat vit gera væl og kunnu læra og gera tingini enn betri. 

Vit leggja somuleiåðis stóran dent á samstarv og stuðul millum starvsfólk, tí í dagliga arbeiðnum eru vit eisini kundar hjá hvørjum øðrum.

 

 

Handfaring av keðiligum kundaupplivingum

Tað er av týdningi at tryggja, at einhvør fráboðan, har ein kundi vísur sína ónøgd við okkara tænastu ella á annan hátt hevur eina keðiliga uppliving, verður tikin í álvara og viðgjørd á rættan hátt.

Ein kundi er at skilja sum eitt fólk (ella felag), sum ger nýtslu av okkara tænastum. Ein kundi kann sostatt verða eitt ferðafólk, ein fylgjari/avvarandi hjá hesum, ein samstarvsfelagi ella eitt starvsfólk hjá hesum (t.d. Atlantic Airways, FarCargo, leigubilafyritøka, hýruvognsførari) v.fl. 

Ein kundakæra (klaga) fevnir um øll sløg av fráboðanum, har ein kundi vísir ónøgd við eina uppliving, tænastu ella vøru, sum Vága Floghavn veitir. Hetta fevnir bæði um formligar kærur (skrivligar ella munnligar) og óformligar fyrispurningar/fráboðanir, har kundin søkir um loysn ella ábøtur.

Dømi um kundakærur kunnu vera:

  • Ónøgd við kunning ella vegleiðing
  • Langar bíðitíðir við innskriving, trygdareftirlit ella viðførismótttøku
  • Trupulleikar við tænastum á flogvøllinum, so sum wc, matarstøð, parkeringspláss ella wifi.
  • Upplivingar, har væntanirnar hjá kundanum um tænastustøðið ikki vórðu hildnar
  • Óhapp, har ein kundi onkursvegna er komin illa fyri ella til skaða

Víst verður til Mannagongd fyri handfaring av kundakærum (leinkja)

Soleiðis umboða vit FAE

Sum starvsfólk í Vága Floghavn ert tú ein týðandi partur av at tryggja, at virksemið gongur smidliga og trygt – fyri ferðandi, okkara starvsfelagar og okkum sjálvi. Her eru nakrar grundleggjandi leiðreglur, sum vit øll fylgja, fyri at skapa eitt virðiligt og effektivt arbeiðspláss:

Vit møta til tíðina
At møta rættstundis er týdningarmikið fyri, at allar uppgávur á flogvøllinum verða avgreiddar eftir ætlan. Vit vænta, at tú ert til arbeiðis á tínum vaktum til tíðina, og at tú ert fyrireikaður til tínar uppgávur.

Vit eru hampulig, reinlig og vælklødd
Vit umboða Vága Floghavn, og tað er týdningarmikið, at vit síggja professionel út. Tú skalt altíð vera í reinum arbeiðsklæðum og arbeiðsskóm, og klæðini skulu vera sambært okkara klædnareglugerð. Persónligt reinføri er ein partur av okkara professionalismu.

Vit føra eitt virðiligt og professionelt samskifti
Hvønn dag møta vit bæði starvsfeløgum og ferðandi, og tað er okkara mál at hava ein jaligan hugburð. Vit tosa virðiliga og professionelt við hvønn annan, bæði við starvsfelagar og viðskiftafólk. 

Vit brúka telefonina skynsamt og við atliti til onnur
Telefonin eigur altíð at vera á ljóðleys um tú ert í einari funktión, har tú ert saman við kundum. Vit vænta, at tín nýtsla av telefon í arbeiðstíð er virðilig og professionel, og at privat samskifi verður tikið í steðgum.

Vit ansa eftir hvørjum øðrum
Í Vága Floghavn er samstarv okkara millum alneyðugt. Tað merkir, at vit ansa eftir hvørjum øðrum, bjóða okkum at hjálpa og syrgja fyri, at øll hava tað gott í arbeiðsdegnum. Vit taka eisini upp eftir okkum sjálvum, tað er eitt tekin um virðing fyri øðrum.

Vit fráboða um forfall
Um tú ikki kanst koma til arbeiðis vegna sjúku ella av aðrari orsøk, er tað týdningarmikið at boða tínum leiðara ella vakthavandi frá so skjótt sum gjørligt. Tað tryggjar, at arbeiðið kann skipast eftir viðurskiftunum, og vit kunnu halda virksemið í gongd á ein smidligan hátt.

 

English

Kunningardiskurin

(+298) 35 44 00 fae@fae.fo

Rís og Rós

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum, so vit kunnu gera síðuna enn betri