Útbúgving, førleikamenning og starvsleiðir
Førleikakrøv og -menning
Førleikamenning er menning av nýggjari vitan og evnum hjá starvsfólkunum. Førleikamenning kann skipast gjøgnum tað dagliga yrkið við at starvsfólk átaka sær nýggjar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur. Eisini kann hetta skipast við skeiðum og fakligari dagføring.
Førleikamenning hevur høga raðfesting, og Vága Floghavn vil framhaldandi førleikamenna starvsfólk og leiðarar til tær uppgávur, ið eru og verða frameftir.
Førleikamenning kann vera eftirútbúgving, skeið, vitanardeiling, awareness, sparring, coaching, luttøka í verkætlanum ella broytt starvsinnihald.
Starvsfólk og leiðsla hava í felag ábyrgdina av førleikamenningini, og tað er uppgávan hjá Vága Floghavn at tryggja, at fólk eru skikkað til uppgávuna, ið tey verða sett til.
1. hjálparskeið?
Starvsfólkasamrøður
Ein starvsfólkasamrøða er ein samrøða millum eitt starvsfólk og leiðaran. Endamálið við samrøðuni er at tosa um arbeiðsumstøður, trivna og førleikamenning. Miðað verður eftir at hava árligar starvsfólkasamrøður. Samrøðan er eitt gylt høvi at seta fokus á einstaka starvsfólki, og at leiðari og starvsfólk fáa tosað um, hvørjar væntanir tey hava til hvønn annan.
Koyrikort
Fyri starvsfólk innan BOR er krav at hava koyrikort til lastbil og trailara. Um starvsfólk, sum ikki hevur hetta loyvi, verður sett í starv, skal viðkomandi innan eitt avtalað tíðarskeið, hava tikið stóra koyrikortið. Starvsfólkið rindar sjálvt fyri koyrikortið, men har tað er neyðugt, kann Vága Floghavn leggja út og ein avtala um afturrindan kann gerast.
Starvsnæmingar
Vit halda tað vera okkara samfelagsskyldu at hava praktikantar í starvsvenjing. Á henda hátt fáa vit eisini vakt áhugan hjá ungum fólki fyri møguliga at koma í starv hjá Vága Floghavn, tá tey eru liðug við skúlan. Hetta verður samskipað av rakstrarleiðaranum.
Lesandi við lærdan háskúla, ið í minsta lagi hava útbúgving á bachelor stigi, kunnu søkja um at koma í starvsvenjing hjá Vága Floghavn ella skriva uppgávu í samstarv við Vága Floghavn. Vága Floghavn vil í hvørjum einstøkum føri taka støðu til umsóknina og tryggja at felagið hevur umstøður, tíð og orku til at at taka sær av nýggjum uppgávum.
Eldraskipan
Vit ynskja eitt arbeiðspláss, har starvsfólk í øllum aldri trívast. Vit viðurkenna ta roynd og vitan, sum seniorar ella eldri starvsfólk bera við sær, og vit stuðla teimum í at halda fram við einum virknum arbeiðslívi. Vit bjóða fleksiblar arbeiðstíðir, møguleika fyri tillaging av arbeiðsuppgávum og regluligt samskifti um trivnað og menning. Okkara mál er at tryggja, at eldri starvsfólk framhaldandi kunnu luttaka og geva sítt íkast á ein hátt, sum er bæði meiningsfullur og lagaður eftir teirra tørvi, alt meðan vit tryggja ein góðan rakstur.
Tillagað starv
Fyri ávís størv á flogvøllinum eru loyvisgóðkenningar, læknaváttanir o.a. avgerandi fyri at starvsfólk kunnu røkja sínar arbeiðsuppgávur.
Tað kunnu íkoma støður ella viðurskifti, sum viðføra, at starvsfólk í styttri ella longri tíðarskeið, vegna kropsligar ella sálarligar avbjóðingar, ikki hava sama førleika at røkja sítt starv. Í slíkum støðum vil Vága Floghavn, har tað er gjørligt, tillaga arbeiðsuppgávurnar, flyta starvsfólkið í annað starv á Vága Floghavn ella meta um møguleikar fyri styttri arbeiðstíð, alt eftir førleikastøðuni. Hetta verður gjørt í samráð við starvsfólkið.
Tað kann eisini henda at starvsfólk heilt missa førleikar og fáa tørv á tillagaðum starvi. Um tað ber til royna vit at finna uppgávur, sum hóska til broyttu støðuna starvsfólkið er komið í. Vit kunnu ikki tryggja, at slíkir møguleikar eru til taks, men gera okkara besta fyri at kanna, hvørjir møguleikar finnast.