Trivnaður og samstarv
Álitisfólkaskipan
Tað eru ymiskar álitisfólkaskipanir galdandi fyri ymisku fakfeløgini. Hóast tað hava allar tað til felags, at skipanin er ein leistur, sum starvsfólk, ið eru í sama fakfelag, kunnu skipa seg eftir. Limirnir velja eitt álitisfólk og eitt varaálitisfólk til m.a. at tala teirra sak mótvegis arbeiðsgevaranum. Harumframt skulu álitisfólk hava kunning frá leiðsluni um serligar broytingar á arbeiðsplássinum, arbeiða fyri góðum arbeiðsumstøðum, ansa eftir at arbeiðsgevarin heldur galdandi sáttmálar og -lógir. Vága Floghavn stuðla upp undir at starvsfólk velja álitisfólk. Kunning um hvussu álitisfólkaskipaninar verður skipaðar er at finna á heimasíðunum hjá fagfeløgunum.
Álitisfólkaskipanina hjá Føroya Arbeiðarafelag finnur tú her. Onki álitisfólk er valt.
Reglugerðina fyri álitisfólk hjá Starvsfelagnum kann lesast her.
Sí navnayvirlit í fylgiskjali yvir leiðslu, ábyrgdarøkir og álitisfólk. Álitisfólkini verða vald fyri 2 ár í senn.
Starvsfólkaumboð í nevnd
Starvsfólkadagar
Trivnaðarbólkur
Vága Floghavn hevur ein trivnaðarbólk, er samansettur av fýra starvsfólkum, ið eru vald fyri eitt ár í senn. Trivnaðarbólkurin umsitur trivnaðarkassan, har starvsfólk, ið ynskja at verða við í trivnaðartiltøkum, kunnu lata eina mánaðarliga upphædd, sum sjálvvirkandi verður trekt av lønini. Fyri hvørjar kr. 100, sum starvsfólk lata í trivnaðarkassan, letur Vága Floghavn somuleiðir kr. 100.
Peningurin í trivnaðarkassanum verður m.a. nýttur til gávur til starvsfólk, umframt veitslur o.o. tiltøk, sum samansjóða starvsfólkini og røkja trivnaðin á Vága Floghavn.
Trivnaðarbólkurin kann taka stig til onnur starvsfólkatiltøk, m.a. útferðir.
Arbeiðið hjá trivnaðarbólkinum verður gjørt sjálvboðið og í arbeiðstíð.
Nýggj trivnaðarnevnd verður vald um vári. Sitandi trivnaðarbólkur velur nýggj starvsfólk í bólkin, og tey skulu játta fyri at verða vald.
Trivnaðarbólkurin taka hædd fyri, at øll starvsfólkini á Vága Floghavn fáa møguleika at luttaka í starvsfólkatiltøkum. Serlig atlit skulu takast til vaktarskipanina hjá BOR, trygdareftirliti og reingerð, so tey eisini sleppa við, tá veitslur og onnur tiltøk verða hildin. Ein skipan við tørnum (rættvísi) eigur at verða sett á stovn fyri at tryggja javnbjóðis møguleikar fyri øll.
Vísa til reglugerð fyri Trivnaðarbólkin
Starvsfólkatiltøk
Føst árlig tiltøk í Vága Floghavn eru jólafrokostur, summarútferð, tunnusláing og innímillum fara vit eisini eina ferð uttanlands.
Merkisdagar
Leiðsla og starvsfólk kunnu saman avtala, hvussu leiðslan markerar ein merkisdag fyri starvsfólki. Talan kann til dømis vera um morgunmat, gávu og/ella annað fyri at hátíðarhalda merkisdagin.
Á hvønn hátt og nær merkisdagurin skal haldast, verður avtalað millum leiðslu og starvsfólk.
Gáva verður latin til ávís høvi, eitt nú tá ið lærlingar verða útlærdir, starvsfólk hava rundan starvsdag, fylla runt ella giftast. Somuleiðis kann Vága Floghavn velja at geva gávur í øðrum sambandi, t.d. til merkisdagar hjá nevndarlimum.
Gávur
Starvsfólkini eiga trivnaðarkassan og trivnaðarbólkurin hevur ábyrgd av honum. Av praktiskum ávum liggur dagliga bókhaldið hjá bókhaldinum.
Tað stendur starvsfólki frítt at velja, um tey eru við í gávukassanum ella ikki, og meginreglan er, at trivnaðarkassin er til gávur til tey starvsfólk, ið eru við í honum.
Tað er uppgávan hjá trivnaðarbólkinum at fylgja við merkisdøgum, ið trivnaðarbólkurin letur gávu til.
Vísa til reglugerð fyri trivnaðarkassan fyri yvirlit yvir gávur.
Somuleiðis kann trivnaðarbólkurin velja at lata blómur í øðrum sambandi.
Gávur frá kundum ella veitarum
Starvsfólk skulu altíð hugsa um, hvørt tað er hóskandi at taka ímóti gávum, innbjóðingum ella øðrum frá kundum, veitarum ella samstarvsfeløgum, sum Vága Floghavn samstarvar við. Starvsfólk skulu tryggja sær, at talan er um eina hóskandi gávu, sí niðanfyri, og at gávur ella innbjóðingar fara fram í vinnuligum høpi.
Gávur, so sum ferðir, reiður peningur ella gávur, ið hava eitt virði, ið ikki lýkur landsins lógir ella gávur, ið eru í andsøgn við virðini, ella kunnu skaða umdømið hjá felagnum, kunnu ikki góðtakast. Gávur, so sum atgongumerkir og ferðir, skulu fráboðast leiðsluni.