Til nýggj starvsfólk

Vælkomin í starv í Vága Floghavn.

Vit leggja stóran dent á, at nýggj starvsfólk fáa eina góða byrjan, trívast frá fyrsta degi og kenna seg vælkomin á okkara arbeiðsplássi. Sum starvsfólk á flogvøllinum eru vit øll ein týðandi partur av at tryggja, at virksemið gongur smidliga og trygt – fyri ferðandi, okkara starvsfelagar og okkum sjálvi. Starvsfólkahondbókin inniheldur kunning um hvussu nýggj starvsfólk koma væl Vit ynskja, at tú fær eina góða mynstring, tá tú byrjar í starvinum í Vága Floghavn. Tað merkir at tú fær eina góða innleiðslu og upplæring sum er fakligt, praktiskt og sosialt hóskandi til tað starvið og tær uppgávur, tú skalt gera. Ein partur av mynstringni er eisini at læra okkara søgu, virksemi, virðir og trygdarmentan at kenna, umframt ta sosialu samveruna, vit sum arbeiðspláss leggja dent á. 

Fyri at tú sum nýtt starvsfólk skalt kenna teg væl í starvinum frá byrjan, leggja vit stóran dent á at tú fær vegleiðing í praktiskum viðurskiftum og arbeiðsgongdum, sum eru viðkomandi fyri títt starvsøkið, umframt at tú fært viðkomandi upplæring, skeið og útbúgving. 

Tað er tín nærmasti leiðari, í samstarvi við HR-deildina, sum hevur ábyrgdina av, at tú verður sett/ur inn í títt starvsøki og praktisk viðurskifti, soleiðis at tú kemur væl frá byrjan.

Kin Brand 21036 Web

Til nýggj starvsfólk

Kom væl í gongd

Vit vilja, at tú fært eina góða byrjan í starvinum. Her eru nøkur góð ráð og vegleiðingar, sum kunnu hjálpa tær at koma væl í gongd.

  • Hitt tín leiðara og starvsfelagar – tú fært rundvísing og upplæring sum hóskar til títt starv.
  • Fá útflýggjað títt ID-kort, lyklar og møguliga arbeiðsklæði – ID-kortið skal tú altíð bera við tær, og klæðini skulu vera rein.
  • Kom trygt í gongd við intranetið og teldupostin – her finnur tú vaktarskráir, boð og starvsfólkakunning.
  • Ver til tíðina og víst fyrilit – arbeiðið er skipað í vaktum, og steðgir eru ásettir fyri hvørt arbeiðsøkið.
  • Vit raðfesta trygd høgt – vit virka í eini flogvøllsumhvørvi, har trygdin skal vera í hásæti.
  • Virðing og trúnaðarskylda – vit vænta av tær, at tú altíð viðger upplýsingar um ferðandi, starvsfólk og trygd við virðing og ábyrgd.
  • Nýt telefonina skynsamt – spyr tín nærmasta leiðara, hvussu telefonpolitikkurin er á tínum øki.
  • Boðað frá beinanvegin um tú verður sjúk/ur – sig frá hjá tínum nærmasta leiðara skjótast gjørligt. Um sjúkan heldur á í fleiri dagar, kann læknaváttan verða kravd.
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvið skapa vit saman – virðing, samstarv og jaligur hugburður gera arbeiðsdagin betri fyri øll.
  • Nýt arbeiðsútgerð við ábyrgd – arbeiðsteldur, lyklar og ID-kort eru til arbeiðsbrúk, og um tú missir nakað, so sig frá beinanvegin.
  • Vit hava góðar starvsfólkaágóðar – møguleiki er at vera við í matarskipan, frukt, kaffi, trivnaðartiltøkum við meira.
  • Ókeypis parkering – fyri at nýta starvsfólkaparkering skalt tú skráseta bilin hjá HR.
  • Vit vilja, at tú trívist – tosa við tín leiðara um tú hevur spurningar um arbeiði ella menning,
  • Spyr, um tú ert í iva! – vit vilja fegin hjálpa tær at fáa eina góða byrjan.

Praktisk viðurskifti

Møguliga ikki neyðugt

Leiðreglur í gerandisdegnum

Tekstur um evnið ...

Starvssetan

Starvsfólk í Vága Floghavn fáa eitt setanarbræv, í seinasta lagi á 1. starvsdegi, sum m.a. lýsir setanartreytir, starvsøkið, arbeiðsstaðin, løn, eftirløn og annað.

Starvsfólk í Vága Floghavn skulu undirskriva skjøl um ávikavist tagnarlyfti og rúsevnispolitikk, tá ið tey byrja í starvi. Tann, ið byrjar í starvi, váttar við undirskrift at hann hevur lisið skjølini. Starvsfólk í Vága Floghavn eiga at tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Gott samstarv millum leiðslu og starvsfólk, eins og millum deildir/fakbólkar er ein treyt fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi, har tað ber til at røkka settum málum. Tískil er tað av týdningi, at leiðslan, í tann mun tað ber til, kunnar starvsfólk um broytingar, ið kunnu hava ávirkan á teirra arbeiðsviðurskifti. Endamálið er at skapa tryggleika á arbeiðsplássinum, umframt at geva starvsfólkum møguleika at verða tikin við í ráðum, tá broytingar verða gjørdar.

Sum útgangsstøði verða øll størv hjá Vága Floghavn lýst leys, og har tað gevur meining verða størv fyrst lýst leys innanhýsis.

Allar starvssetanir verða gjørdar í samstarvi við HR-umsitara, sum ger allar starvslýsingar, móttekur og viðger umsóknirnar og skipar samrøðurnar saman við avvarðandi leiðara.  

Royndartíð

Vanliga tá starvsfólk, ið verða sett í starv hjá Vága Floghavn, hava tey 3 mánaða royndartíð. Tó hava lærlingar 6 mánaða royndartíð. 

Í seinasta lagi ein mánað áðrenn royndartíðin er farin, verður starvsfólkið bjóðað til eina samrøðu. Her fáa báðir partar sagt sína hugsan um uppgávurnar og samstarvið. 

Tagnarskylda

Øll starvsfólk hava treytaleysa tagnarskyldu viðvíkjandi upplýsingum, sum kunnleiki fæst um í starvinum. Tagnarskyldan er eisini galdandi eftir, at starvssetanin er hildin uppat. Øll starvsfólk undirskriva eina váttan um tagnarskyldu við starvssetan. Tagnarskyldan umfatar upplýsingar og viðurskifti, sum vit fáa í okkara starvi. Tagnarskyldan er eisini galdandi eftir at starvsfólk er farið úr starvi. Um tú fær vitan um eitthvørt sum ikki er rætt ella tú ert í iva um umfatar tína tagnarskyldu, so far altíð til nærmasta leiðara ella til álitisfólkið fyrst við tínari vitan, um tað ber til. 

Øll starvsfólk fylgja galdandi kommandovegum, tá ið tey hava áheitanir ella ivamál um viðurskifti á arbeiðsplássinum. Um tú hoyrir okkurt, sum tú ikki heldur vera í lagi, eigur tú at venda tær til tín beinleiðis leiðara. Um málið viðvíkur leiðaran sjálvan, skalt tú venda tær til næsta stig í leiðsluni ella HR-deildina. Øll viðurskifti verða viðgjørd í trúnaði og við virðing fyri øllum partum.

Nærsambond

Fyri at sleppa undan, at samband millum starvsfólk og leiðara viðførir mótsigandi áhugamál og ógegni, er reglan tann, at ein leiðari kann ikki seta fólk í starv, sum eru nevnd niðanfyri ella sum eru í familju við onkran á deildini. Heldur ikki kann leiðari leiða starvsfólk, sum hann hevur nærsamband við. Um frávik ynskjast frá reglunum, er tað bert stjórin, ið kann góðkenna frávikið. 

Ein leiðari verður mettur ógegnigur og skal ikki vera við til at viðgera umsóknir frá næstringum, t.e. foreldur, hjúnarfelagi/sambúgvi, børn, systkin, makar hjá systkjum, børn hjá systkjum, ommur og abbar, verfamilja, tætt vinarlag og óvinskapur. 

Tað kunnu harumframt vera onnur tøtt persónlig sambond ella tilknýti, sum ítøkiliga mugu metast um í hvørjum einstøkum máli.  

English

Kunningardiskurin

(+298) 35 44 00 fae@fae.fo

Rís og Rós

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum, so vit kunnu gera síðuna enn betri