Okkara bók

Starvsfólkahondbókin er til tín sum arbeiðir á Vága Floghavn.

Endamálið við hondbókini er, at geva tær kunnleika um øll viðkomandi viðurskifti í tínum starvi, bæði formlig og praktisk, tað verið seg kunning, ágóðar, krøv, rættindi, skyldur og leiðreglur av ymsum slag. 

Fremsta mál okkara er, at Vága Floghavn er eitt trygt og gott arbeiðspláss har starvsfólk trívast, mennast og avrika væl í starvinum. Harumframt skulu kundar okkara hvønn dag merkja eina góða kundatænastu frá Vága Floghavn og tað ynskja vit, at hvør einstakur av okkum gevur sítt íkast til. 

Í gerandisdegnum vita vit vanliga hvussu vit loysa okkara uppgávur, men ivast tú í onkrum, er hondbókin gjørd til at stuðla tær í at finna svar. Tað kunnu tó altíð verða viðurskifti, sum ikki eru nóg væl lýst í starvsfólkahondbókini. Gev eisini gætur at í summum førum innihalda ymisku fakfelagssáttmálarnir ávísingar, sum eru galdandi framum tað, sum er nevnt í hondbókini. Gev eisini gætur, at starvsviðurskiftini, undir hesum rættindi og skyldur, kunnu verða ymisk í mun til tínar setanartreytir, t.d. um tú ert í avloysarastarvi ella tíðaravmarkaðum starvi. 

Ein fullfíggjað og dagførd útgáva av starvsfólkahondbókini er altíð at finna á okkara intraneti. Um tú hevur hugskot til innihald, betran ella broytingar, kanst tú geva títt íkast við at venda tær til okkara HR fólk. 

Góðan lesihug!

Medarbejder 3
English

Kunningardiskurin

(+298) 35 44 00 fae@fae.fo

Rís og Rós

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum, so vit kunnu gera síðuna enn betri