Heilsa, trygd og umhvørvi (htu)

Vága Floghavn strembar eftir, at alt arbeiði fylgir grønu leiðini, har heilsa, trygd og burðardygd eru í hásæti. Vit miða eftir at menna burðardyggar loysnir og minka um umhvørvisávirkanina, har tað er gjørligt.

Vit gera okkara besta fyri at verja heilsuna og trygdina hjá starvsfólkunum, og at starvsfólk og onnur ikki koma til skaða, meðan tey eru til arbeiðis í Vága Floghavn. 

Vit hava eina tilbúgving, ið er tillagað okkara virksemi. 

Vit hava fokus á at verja umhvørvi og nýta tilfeingi og tilfar á skilabesta hátt. 

Vit halda lógir og myndugleikakrøv á heilsu-, trygdar- og umhvørvisøkinum og hava eitt opið samstarv við avvarðandi myndugleikar um heilsu-, trygdar- og umhvørvismál. 
Vit hava eina trygdarskipan, sum virkar sambært lóg um Arbeiðsumhvørvi og verður skipað sambært ‘Vegleiðing um trygdarskipan á føstum arbeiðsplássum’, sum finst á heimasíðuni hjá Arbeiðseftirlitinum. Partur av hesi skipan er val av trygdarumboðum og vit arbeiða framvegis við hesum. 

Partur av arbeiðsetninginum hjá trygdarskipanini er at gera ein Heilsu-, trygdar- og umhvørvispolitikk fyri Vága Floghavn og virka fyri, at hesin verður fylgdur. Vit skráseta og viðgera mál um heilsu, trygd og umhvørvi – og arbeiðsumhvørvi sum heild - í Opscom.  

Vit velja ta bestu atkomiligu tøknina við atliti til heilsu, trygd, umhvørvi og búskap, og leggja dent á, at starvsfólkini hava bestu førleikar. 

Vit meta og velja samstarvsfelagar, veitarar og arbeiðstakarar við atliti at teirra atferð innan heilsu, trygd og umhvørvi. 

Test ovari tekstur

Test klapp upp yvirskrift

Arbeiðsskaðar

Truplar arbeiðsstøður

Royking

Royking verður sæð sum heilsuskaðilig, og tí arbeiða vit fyri at skapa eitt roykfrítt arbeiðsumhvørvi á øllum økjum hjá Vága Floghavn. Vit vilja viðvirka til, at gestir og starvsfólk verða vard móti passivari royking. Endamálið er at hava fyriskipanir á flogvøllinum, soleiðis at øll starvsfólk kunnu fremja sítt arbeiði í einum roykfríum umhvørvi. 

Alt innandura øki hjá Vága Floghavn er roykfrítt øki. Hetta er eisini galdandi tænastubilum, í og beint uttanfyri inngongdum – ikki minst við høvuðsinngongdina til farstøðina.  

Royking skal einans fara fram á teimum økjum, sum eru tilskilað til endamálið, t.e. uttanfyri bygningarnar, á landside, har Vága Floghavn húsast. Allir sigarettstubbar skulu burturbeinast. 

Leiðslan, deildarleiðarar og holdleiðarar hava høvuðsábyrgd av, at roykipolitikkurin verður fylgdur. 

 

 

Rúsdrekka og rúsevni

Endamálið við rúsdrekka- og rúsevnapolitikkinum er at skapa eitt trygt og gott arbeiðspláss, at fyribyrgja trupulleikum av rúsdrekka og rúsevnum og at geva starvsfólkum møguleika – so tíðliga sum gjørligt – at koma burturúr møguligari misnýtslu. Sum starvsfólk verða roknað øll, sum eru sett í starv hjá Vága Floghavn. 

Rúsdrekka- og rúsevnistrupulleikar eru ein felags ábyrgd og ikki eitt privat mál, og tí eiga øll at taka ábyrgd og boða frá til leiðaran ella HR-umsitaran, um tey vita um rúsdrekka- ella rúsevna-trupulleikar hjá starvsfeløgum.  

Rúsdrekka- og rúsevnisnýtsla skal ikki ávirka arbeiðsavrikið. Tað er ikki loyvt at fáa sær rúsdrekka ella rúsevni í arbeiðstíðini. Heldur ikki er loyvt at selja ella bjóða starvsfólki rúsdrekka ella rúsevni í arbeiðstíðini. Somuleiðis er ikki loyvt at møta til arbeiðis ávirkað/ur av rúsevni.  

Brot á hesar reglur kann hava álvarsamar avleiðingar og kann í álvarsomum førum føra til ávaring, burturvísing ella uppsøgn. Um Vága Floghavn hevur illgruna um, at starvsfólk er ávirkað av rúsevni í arbeiðstíðini, kan arbeiðsgevarin krevja, at viðkomandi tekur eina kanning fyri at staðfesta støðuna.
Starvsfólk við rúsdrekka- ella rúsevnatrupulleikum kann sjálvt venda sær til leiðaran ella HR-umsitaran at tosa um trupulleikarnar og møguleikarnar fyri hjálp. Tílík samrøða er at meta sum trúnaðarmál og hevur ikki ávaring við sær. 

Undantøk kunnu gerast, har leiðslan loyvir rúsdrekka við serlig høvi, eitt nú til móttøkur ella onnur hátíðarhald. Vit leggja altíð dent á tað skal vera eins góður møguleiki fyri øll at fáa rúsfrían løg. 

Viðgerðarhjálp

Viðgerðin av rúsdrekka- og rúsevnistrupulleikum skal leggjast til rættis saman við lækna/og ella serkønari hjálp. 

 

Strongd

Strongd í longri tíðarskeið kann hava álvarsligar avleiðingar fyri heilsu, lívsgóðsku og arbeiðsavrik hjá einstaka starvsfólkinum, um hond ikki verður tikin um strongdina í góðari tíð.  

Strongd kann koma av óhepnum arbeiðsumstøðum, av persónligum viðurskiftum ella vera ein blanding av báðum. 

Vit ynskja eitt arbeiðspláss har starvsfólkini trívast og mennast, og ynskja tí at starvsfólk tosa við HR-umsitaran ella leiðaran um tey kenna seg strongdan, soleiðis at tað verður gjørd ein ætlan at koma burturúr strongdini.  

Happing og ágangur

Øll hava ábyrgd at virka fyri einum góðum sálarligum arbeiðsumhvørvi. Hetta merkir, at øll, bæði starvsfólk, leiðarar og leiðsla hava skyldu at fyribyrgja og steðga happing og ágangi.  

Vága Floghavn góðtekur ikki happing og persónligan ágang á arbeiðsplássinum.  

Happing er, tá eitt ella fleiri starvsfólk regluliga, yvir eina tíð ella fleiri ferðir, á grovan hátt, gera seg inn á onnur við eini atferð, sum viðkomandi heldur vera særandi ella niðurgerandi. Happing kann eisini vísa seg við at ávís starvsfólk verða hildin uttanfyri felagsskapin. Eitt ítøkiligt stríð ella ósemja verður ikki rokna sum happing. 

Øll kunna viðvirka til at fyribyrgja happing við at vísa álit og virðing fyri okkara starvsfeløgum.  
Um starvsfólk kennir seg happað ella er fyri ágangi, ella er vitni til happing ella ágang, skal viðkomandi venda sær til leiðaran ella HR-umsitaran. 

Test niðari tekstur

English

Kunningardiskurin

(+298) 35 44 00 fae@fae.fo

Rís og Rós

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum, so vit kunnu gera síðuna enn betri