Fráferð úr starvi

Fráferð úr starvi

Um starvsfólk sigur seg úr starvi

Um starvsfólk verður sagt úr starvi

Um Vága Floghavn ger av at siga eitt starvsfólk úr starvi, verður tað gjørt sambært galdandi sáttmálum. Skrivlig fráboðan verður givin við ásettari uppsagnartíðarfreist, sum fylgir galdandi lógum og sáttmálaumstøðum. Í tí sambandi verður eisini bjóðað ein samrøða fyri at greiða frá orsøkunum til uppsøgnina og tryggja, at alt verður handfarið á ein professionellan og virðiligan hátt. Vit leggja dent á at fylgja lógini og geva starvsfólkinum nøktandi fráboðanartíð og stuðul gjøgnum tilgongdina.

Yvirtøka av starvsøki

Tá ið starvsfólk fara úr starvi í Vága Floghavn, er tað av stórum týdningi, at royndir, vitan og kritiskir førleikar verða latnir víðari. Tí skal starvsfólkið, í samstarvi við sín nærmasta leiðara, tryggja eina fullfíggjaða yvirtøku av førleikum og vitan, so arbeiðsgongdir halda fram uttan avbrot. Hetta verður altíð fyriskipað, sama um talan er um aldur ella nýtt starv sum orsøkin til fráfaringina.

Tá starvsfólk fer úr starvi, verður fartelefonummarið, lykil, telda, fartelefon og klæðir v.m. latin aftur til Vága Floghavn. Í samband við uppsøgn skal løntakarin, undir eftirlitið arbeiðsgevarans, tøma alt privat tilfar sum er talgilt á teldu ella skipanum arbeiðsgevarans.  

Arbeiðsgevarin hevur í uppsagnartíðarskeiðnum og í eitt tíðarskeið á 3 mánaðir eftir at starvssetanin er enda, atgongd til øll talgild skjøl, við undantak av privatum skjølum, myndum o.l., sum starvsfólkið hevur arbeitt við undir starvssetanini, og sum fráfarna starvsfólkið hevur goymt á teldu ella skipanum arbeiðsgevarans, um ikki annað er avtalað í samband við uppsøgnina. 

Treytir og avtalur í sambandi við starvsfráfaran

Fráfaringaraldur

Fráferð úr starvi vegna aldur verður avtalað ímillum starvsfólk, leiðara og stjóran. Vága Floghavn fylgir almennu ásetingunum fyri fráfaringaraldur. Starvsfólk kunnu fara frá við eftirløn, tá ið tey náa almenna eftirlønaraldurin, men tað er møguligt at arbeiða longur, um tað er samsvarandi við tørvin á flogvøllinum og galdandi arbeiðsmarknaðarlógir. Leiðslan kann veita upplýsingar um fráfaringarmøguleikar, men starvsfólk verða víst til viðkomandi myndugleikar fyri nærri ráðgeving.

Eftirsitiløn

Manglar...

English

Kunningardiskurin

(+298) 35 44 00 fae@fae.fo

Rís og Rós

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum, so vit kunnu gera síðuna enn betri