Arbeiðsumstøður og karmar

Arbeiðsumstøður og karmar

Kort og lyklar

Kort-lyklar verða brúkt til elektronisku lásini. Hesi kort eru tengd saman við ID-kort fyri atgongd til airside. 

FAE skal útfylla umsókn vegna starvsfólkið, og letur umsóknina til umsitingina av ID-kortum. Umsitingin ger síðani bakgrundskontrol og annað. 

Nærri kunning um ID-kort fæst á heimasíðuni og í Bilag 8 í Sikkerhedsplan for Vága Floghavn. 

Ruko-lyklar verða brúktir til hurðar, sum ikki eru skipaðar við elektroniskum lási, og tað er Havnarskrivstovan, ið umsitur Ruko-lyklarnar.  

Deildaleiðari biðir um lykil vegna starvsfólkið, og útflýggjanin verður skrásett á pappírsmappu á Havnarskrivstovuni. 

ID-Kort og lykil skulu latast inn, tá starvsfólk fer úr starvi og starvsfólkið fær skrivliga váttan fyri innlatnar lyklar og kort. 

Trygdargóðkenning

Starvsfólk í ávísum størvum skulu hava víðkaða trygdargóðkenning og kunna leggja fram revsiváttan. Hetta er fyri at tryggja álit og dygd í arbeiðinum

Klæðir, búnar og skógvar

Vit leggja dent á, at okkara starvsfólk eru ílatin til uppgávuna og umboða Vága Floghavn virðiliga. Vit vænta, at tú hevur gott sjálvreinføri, altíð ert í reinum klæðum og skóm, og annars sært hampulig/ur út.  
Vága Floghavn letur búnar og arbeiðsklæðir sambært klædnareglugerðini. Klædnareglugerðin lýsir m.a. í hvørjum nøgdum klæðir verða útflýggjað til ymsu deildirnar, og ásetur leiðreglur fyri nýtslu av búnum og arbeiðsklæðum.  

Búnar og arbeiðsklæðir verða umsitin av okkara klædnaábyrgdara (Andreas Davidsen, tlf. 78 44 45). Tað er tín ábyrgd at kunna teg um klædnareglugerðina sum er tøk á intranetinum og á síðu X í starvsfólkahondbókini. Hevur tú spurningar og ivamál, kanst tú sjálvandi spyrja teg fyri hjá nærmasta leiðara og klædnaábyrgdaranum.

Vestpack hevur sett í verk eina nýggja stigaskipan, har starvsfólk árliga fáa ávíst stigatal at nýta til keyp á heimasíðuni hjá Vestpack. Sí meira á www.vestpack.fo.

Fartelefon

Fartelefonin verður sæð sum eitt hent og neyðugt arbeiðsamboð hjá øllum starvsfólkum í Vága Floghavn.

Fyri starvsfólk, sum verða sett í fast starv er galdandi, at hesi fáa útvegað eitt telefonhald frá Vága Floghavn. Herumframt fáa starvsfólk í boði at útvega sær nýggja fartelefon, sí treytir niðanfyri.

Fyri starvsfólk í avloysarastarvi verður støða tikin til í hvørjum einstøkum føri, hvør skipan skal vera galdandi, í samráð við viðkomandi leiðara. 

Telefon- og datahald

Í sambandi við starvssetanina fær starvsfólkið útvegað eitt telefonhald frá Vága Floghavn. Í telefonhaldinum er óavmarkað tala og ávís nøgd av data, sum verður mett ríkilig í mun til arbeiðstørvin. Haldið er frá Føroya Tele og er uppsett sum sonevnd deild rokning. Hetta merkir, at um nýtslan hjá starvsfólki fer upp um haldið, verður rokning fyri meirnýtsluna send til arbeiðsteldupostbústaðin hjá viðkomandi. 

Keyp av fartelefon

Starvsfólkum stendur í boði at keypa sær nýggja telefon. Mannagongdin, ið skal fylgjast er hendan:

Starvsfólkið keypir eina fartelefon uppá rokning til Vága Floghavn. 

Um telefonin kostar upp til kr. 4.000 v/mvg, rindar Vága Floghavn allan kostnaðin. 

Um telefonin kostar meir enn nevndu upphædd, ber starvsfólkið sjálvt meirkostnaðin. Restupphæddin verður trekt av lønini og ein afturgjaldsavtala kann gerast við bókhaldið. 

Fyri at starvsfólkið skal standa sum ánari av telefonini, ger bókhaldið ein faktura og selur telefonina til starvsfólkið. Sum ánari hevur starvsfólkið eisini ábyrgd fyri tryggingarviðurskiftum av fartelefonini. 

Starvsfólk hevur rætt til telefonískoyti 3. hvørt ár. 

Starvsfólk, sum eru í avloysarastarvi, fáa eitt telefonískoyti á kr. 229,- um mánaðin. 

Ognarviðurskifti 

Fartelefonin er ogn hjá starvsfólkinum og tí hevur starvfólkið ábyrgd av tryggingarviðurskiftum viðvíkjandi fartelefonini. 

Arbeiðsrelaterað tilfar og forrit, sum liggja á fartelefonini, er ogn hjá Vága Floghavn.

Vága Floghavn kann gera serligar reglur fyri nýtslu av fartelefonum, m.a. við atliti til trygd. 

Tvey hald á somu telefon (eSIM)

Tað stendur starvsfólki frítt, um tey ynskja at brúka eina og somu fartelefon til ávíkavist arbeiði og privat, ella um hetta verður hildið atskilt. Tó er krav um, at tað altíð (og bert) er arbeiðstelefonin (og FAE-haldið), sum verður brúkt í arbeiðshøpi.

Flestu fartelefonir í dag hava møguleika at hava tvey SIM-kort - annaðhvørt sum fysisk kort ella sum eSIM. eSIM er eitt elektroniskt SIM-kort, sum er innbygt í flestu nýggjar fartelefonir, og kann brúkast umframt tað vanliga ‘fysiska’ SIM-kortið. Hetta hevur fleiri fyrimunir við sær - fyrst og fremst at okkum ikki nýtist at hava tvær fartelefonir til ávvíkavist arbeiði og privat. Samstundis slepst undan at hava víðaristilling millum arbeiðs- og privatnummar, ella øvugt. Loysnin fevnir um bæði telefonkall, sms og dátahald, og hesi kunnu uppsetast eftir tørvi.

Tú fært eSIM við at seta teg í samband við Vinnudeldina hjá Føroya Tele. Til ber eisini at vitja eina av Telebúðunum. 

Áðrenn tú kontaktar Føroya Tele, skalt tú taka støðu til, um tú ynskir privata ella arbeiðsnummarið at gerast til eSim. (Hetta er mest ein spurningur um, hvat SIM-kort situr í telefonini. Fyri tey, sum eisini hava sítt privathald frá Føroya Tele, er frítt val. Fyri tey, sum hava privathald frá Nema, er tað arbeiðsnummarið, sum má gerast til eSIM).

Tú skalt eisini upplýsa Føroya Tele tína teldupost-adressu og hvat slag av fartelefon, tú hevur. 

Tá tey hevur skrásett hesar upplýsingar, fært tú ein teldupost við eini QR-kotu og vegleiðing til, hvussu tú aktiverar og uppsetur eSIM-haldið á tínari telefonini. 

Í sambandi við uppsetingina av eSIM heita vit á starvsfólk um, at tað altíð er FAE-nummarið (78 44 XX), sum verður brúkt í arbeiðshøpi.

Um onkur framhaldandi ynskir at hava hvør sína telefon til ávíkavist arbeiði og privat, ber hetta sjálvandi eisini til. Tó vilja somu reglur verða galdandi um at brúka arbeiðstelefonina í arbeiðshøpi, sum merkir, at víðaristilling ikki eigur at verða brúkt framyvir.

Um onkur frammanundan hevur eina fartelefon, sum klárar tvey fysisk SIM-kort (dual-SIM), skuldi ikki verið neyðugt at fingið sær eSIM.

Telduútgerð

Viðvíkjandi telduútgerð er sum høvuðsregla galdandi, at starvsfólk, sum hava fast arbeiðspláss og dagliga brúka teldu í teirra starvi, hava egna teldu (stationera ella farteldu) at ráða yvir. 

Øll starvsfólk skulu tó hava atgongd til teldu á arbeiðsplássinum, har tey við egnum brúkara kunnu rita inn. Til hetta finnast nakrar ‘felags’ teldur, m.a. á Havnarskrivstovuni. Øll starvsfólk hava somuleiðis atgongd til felags printarar o.a. hentleikar í hesum sambandi. 

Útgerð, sum verður útflýggjað tær í sambandi við starvið, eru ogn hjá Vága Floghavn, uttan so at annað er avtalað. Sama er galdandi fyri arbeiðsrelaterað tilfar og skjøl, bæði fysisk og talgild. 

Tað eru uppsett tráðleys net í hølunum hjá Vága Floghavn. Sum starvsfólk eigur tú ongantíð at brúka gestanetið 'AirportGuests' í arbeiðshøpi. Tá tú brúkar fartelefonina, knýt tá í netið 'FAE-Mobil'. Tá tú brúkar teldu, knýt tá í netið 'FAE-Innanhýsis', umframt netkaðal, har tað er møguligt.

Spurningar um telduútgerð, loyniorð og KT í heila tikið kunnu vendast til Fyrisitingarleiðaran.

Nýtsla av egnari útgerð 

Sum útgangsstøði verður frámælt at brúka egna, privata útgerð (teldu/fartelefon) til arbeiðsbrúk. Serstakt loyvi skal verða givið at brúka egna útgerð. Um tú nýtir egna útgerð til arbeiðsbrúk, hevur Vága Floghavn sum útgangsstøði ognarrættin til alt arbeiðsrelaterað tilfar, sum liggur á hesi útgerð. Vága Floghavn kann gera serligar reglur fyri nýtslu av fartelefonum, m.a. við atliti til trygd. 

 

Heimaarbeiðspláss

Starvsfólk, ið hava stóran tørv á at arbeiða heimanífrá, kunnu søkja leiðaran um at fáa heimaarbeiðspláss. Við heimaarbeiðsplássi fylgir vanliga fartelda og breiðband, umframt møguligar treytir fyri nýtslu, trygd o.l. 

Tænastuferðir

Allar ferðir skulu frammanundan góðkennast av leiðaranum.

Áðrenn avgerð verður tikin um tænastuferð, skal metast um fundurin kann avgreiðast gjøgnum telefon ella talgilt.   

Bílegging 

Ferðir, gisting og billeiga skulu bíleggjast í samráð við umsitingina. 

Tá ið tað ber til, skal almenna ferðasambandið verða nýtt. Í útlandinum skal metro, tok ella bussur nýtast. Hýruvognur ella leigubilur kann nýtast í serligum føri, har alment ferðasamband ikki er tøkt. 

Ferðaavrokning

Útreiðslur  av  ferðapeningi  við  flogfari, skipi, bussi, taxa o.t. verða endurgoldnar sambært rokning, og skjøl skulu fyrileggjast bókhaldinum fyri at verða endurgoldnar.

Skjølini til ferðauppgerð og útlegg liggja á intranetinum.  

Víst verður annars til vegleiðing frá Fíggjarmálaráðnum. 

Innkeyp

Øll keyp skulu vera frammanundan góðkend av leiðara ella fyrisitingini.

Avrit av faktura skal altíð latast bókhaldinum. Kvittan fyri umboðanarútreiðslur skal latast bókhaldinum við frágreiðing um útreiðsluna. 

Arbeiðstryggingar

Arbeiðsskaðatrygging 

Vága Floghavn hevur tryggjað síni starvsfólk mótvegis arbeiðsskaða soleiðis, at endurgjald verður latið til starvsfólk, ið koma fyri skaða, ella teirra avvarðandi orsakað av óhappi í sambandi við útinnan av arbeiðinum. Tryggingin og treytirnar eru lógarásettar í Arbeiðsskaðatryggingarlógini.  

Tað er Vanlukkutryggingarráðið, sum tekur avgerð í málum um arbeiðsskaðatrygging eftir lógini, og í málum um vinnusjúkur. 

Tilburður, sum verður mettur tryggjaður eftir lógini, skal skjótast gjørligt, og í seinasta lagi 9 yrkadagar eftir hendingina, verða fráboðaður til Vanlukkutryggingarráðið.

Trygging í.s.v. arbeiðsørindi uttanlands

Starvsfólk hjá Vága Floghavn eru tryggjað, tá ið tey ferðast í vinnuligum ørindum uttanlands. Fulnaður verður veittur, tá ið viðføri verður seinkað, viðføri verður burtur, stolið ella oyðilagt, um onkur skal fylgja einum sjúkum starvsfólki ella eitt starvsfólk doyr ella verður avlamið vegna sjúku ella vanlukku. 

Um tú gerst fyri óhappi í arbeiðsørindum uttanlands, sjúku ella innlegging á sjúkrahúsi, skal ringjast til bráðfeingishjálpina, sum stendur á tryggingarkortinum.

Starvsfólkaparkering

Fyri at skráseta bilin til at parkera ókeypis á Vága Floghavn, skal starvsfólk vera í føstum starvi á Vága Floghavn ella hjá einum av samstarvsfeløgunum okkara, sum vit hava avtalu við um parkering.

  • Tað er bert loyvt at skráseta egnan bil og bilin hjá makanum til fría parkering. 
  • Hevur viðkomandi lánibil, leigubil ella bil hjá foreldrum/verforeldrum o.ø. við til arbeiðis, skal viðkomandi venda sær til Havnaskrivstovuna fyri at skráseta bilin teir dagar, ið tørvur er á tí. 
  • Tá bilur verður skiftur út skal boðast frá, hvør bilur (nummarpláta) fer úr skipanini, og hvør bilur (nummarpláta) skal inn í skipanina ístaðin. Neyðugt er at upplýsa dato.  
  • Tá farið verður úr starvi, skal/skulu bilurin/bilarnir frámeldast P-skipanina alt fyri eitt á fae@fae.fo 

Meiri kunning er at finna í reglugerð fyri parkering. 

Heilsutrygging Gjensidige

Starvsfólk í føstum starvi hjá Vága Floghavn verða við starvssetan innlimað í Gjensidige Forsikring, sí www.gjensidige.dk.

Tað er gjørligt at innlima makan, tó rindar arbeiðsgevarin bert fyri starvsfólkið. 

Tryggingin tekur við, um tryggjaði fær sjúku ella skaða, sum verður góðtikin av Gjensidige. Tryggingin fevnir um sjúkuavgerð, skurðviðgerð og eftirviðgerð, og tryggjar viðgerð innan 10 arbeiðsdagar.  

Starvsfólk hava onga karenstíð (bíðitíð), men viðgerðartryggingin dekkar ikki viðgerð, sum var í gongd tá tryggingin kom í gildi. 

Hjúnafelagar/makar/børn hava karenstíð (bíðitíð) fyri “præeksisterende lidelser” uppá 6 mánaðir, eftir at tryggingin kom í gildi.  

Nærri upplýsingar um viðgerðartryggingina síggjast á www.gjensidige.dk – og um ivamál eru, kunnu starvsfólk seta seg í samband við LÍV, sum umsitur tryggingina okkara vegna.

Matarskipan

Venjing og rørsla

Vága Floghavn hevur eitt venjingarhøli til taks fyri starvsfólkini. Venjingarhølið, sum nú er yviri í Tornbygninginum, kann nýtast av øllum starvsfólkum hjá Vága Floghavn og er opið frá 7 – 21 og annars tá flogvøllurin er opin.

Starvsfólk, sum starvast fulla tíð (yvir 37 tímar vikuliga), kunnu venja 2 tímar um vikuna í arbeiðstíð.

Um starvsfólk ynskir at venja í arbeiðstíð, skal hetta frammanundan avtalast við nærmasta leiðara, og má ikki darva arbeiðsgongdunum. Starvsfólk hjá løgregluni, Taks og Atlantic hava eisini avtalu við Vága Floghavn um nýta eisini venjingarhølið.  Sí annars reglurgerð um venjingarhøli. 

English

Kunningardiskurin

(+298) 35 44 00 fae@fae.fo

Rís og Rós

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum, so vit kunnu gera síðuna enn betri