Arbeiðstíðir, frítíð og frávera

Arbeiðstíðir, frítíð og frávera

Arbeiðstíðir og -stegðir

Miðal arbeiðstíðin er ásett í tínum setanarskrivi.

Av tí at arbeiðstíðirnar kunnu verða skiftandi í mun til flogferðsluna, vænta og vóna vit, at starvsfólk eru fleksibul. Eisini kann veðrið av og á spæla okkum eitt puss og ávirka flúgvingina nógv. 

Arbeiðstíð rakstrardeild

Arbeiðir tú í rakstrardeildini (BOR, trygdareftirlit og reingerð), arbeiðir tú sambært vaktar-/arbeiðsætlan. Vaktarætlanin verður gjørd av rakstrarleiðaranum fyri ein mánaða í senn, og uppskot um vaktarætlan verður sent tær við telduposti ein mánaða, áðrenn vaktarætlanin byrjar. Ynskir tú broytingar í tínum arbeiðstíðum, skal umbøn sendast R. Emil Johannesen, rakstrarleiðara, skjótast gjørligt og í seinasta lagi 14 dagar, áðrenn uppskot til arbeiðsætlan kemur í gildi, tí tá er hon endalig. Rakstrarleiðarin kann verða noyddur til at gera broytingar í arbeiðsætlanini, men bert um tað verður gjørt í samráð við álitisfólkið. 

Arbeiðstíð umsiting

Arbeiðir tú í umsitingini, skalt tú í høvuðsheitum vera til arbeiðis í Vága Floghavn gerandisdagar millum 8.00 og 16.00, um ikki annað er avtalað. Starvsfólk í umsitingini kunnu arbeiða flex-tíð innanfyri ávísar karmar, sum skulu avtalast við fyrisitingarleiðaran. 

Arbeiðstíð Kunningardiskur 

Arbeiðstíð tøknideild 

Arbeiðstíð verkstaður 

Matar- og kaffisteðgir 

Døgurðasteðgurin er 30 minuttir og liggur vanliga millum kl. 11.30 og 13.30.

Kaffisteðgur er eftir tørvi. 

Løn, eftirløn og frítíðarløn

Tekstur um evnið ...

Frítíð, avspáking og feria

Starvsfólk í rakstrardeildini 

Starvsfólk í rakstrardeildini (BOR, Security og Reingerð) arbeiða sambært vaktarætlan, sum eisini vísir frídagarnar.  

Starvsfólk í umsitingini

Fyri starvsfólk í umsitingini eru hesir almennu frídagarnir galdandi: 
Nýggjársdagur, skírhósdagur, langi fríggjadagur, páskadagur, 2. páskadagur, flaggdagur, dýri biðidagur, Kristi himmalferðardagur, hvítusunnudagur, 2. hvítusunnudagur, ½ ólavsøkuaftan, ólavsøkudagur, jólaaftan, jóladagur, 2. jóladagur.  

Aðrar frídagar sært tú í sáttmálanum, ið tú ert fevnd/ur av. 

Avspáking

Ert tú eitt av starvsfólkunum, sum arbeiðir í skiftandi vaktum og hevur drúgvar arbeiðsdagar um summarið, so er sannlíkt, at tú vinnur nógva avspáking í hesum tíðarskeiði. Yvirtíð verður avspákað tíma fyri tíma. Avspákað verður eftir galdandi sáttmála við avvarandi fakfelag og vanlig mannagongd er, at yvirtíð skal avspákast innan 3 mánaðir, um tú ikki avtalar annað við R. Emil Johansen, rakstrarleiðara. Yvirtíð verður avspákað tíma fyri tíma og øll avspáking skrásetast í flexlistanum í Timeplan. Hevur tú nógva avspáking og ynskir at fáa nakað av henni útgoldið, vend tær so til tín leiðara ella R. Emil Johansen.  

Feria

Feria verður regulerað sambært frítíðarlógini. Ferian hjá einstaka starvsfólkinum stendur í avvarðandi sáttmála. Feria verður innvunnin frá 1. apríl til 31. mars, og feriuárið er frá 2. mai til 1. mai árið eftir. Løntakari, ið ikki hevur vunnið rætt til feriu við løn ella feriuløn, hevur tó rætt til at taka frí uttan løn ella feriuløn í upp til 30 dagar í einum feriuári. 

3 vikur av feriuni eiga at vera hildnar samanhangandi um summarið. Restin av feriuni skal haldast áðrenn 1. mei. Øll feria og frávera skal avtalast við avvarðandi leiðara. 

Frítíð – serstøk frívika 

Um tú hevur spurningar um frítíð ella serstakar frívikur, skalt tú venda tær til HR-deildina. Allar umsóknir um serliga fríviku verða viðgjørdar eftir galdandi reglugerðum og treytum.

 

Læknaørindi og jarðarferð

Læknaørindi

Starvsfólk hava altíð loyvi at fara til lækna, tannlækna ella serlækna, og er tað tá privat ørindi. Læknaørindi í arbeiðstíð eiga at fráboðast nærmasta leiðara.

Frávera í samband við barnakonukanning er loyvd sambært barsilslógini og er at meta sum lógligt forfall uttan lønarmiss hjá fastløntum starvsfólkum. 

Jarðarferðir

Um næstingur doyr, hevur starvsfólk sum meginreglu rætt til frí við løn í 1 dag í sambandi við andlátið og 1 dag í sambandi við jarðarferðina, tvs. 2 dagar íalt. Um tørvur er á longri frí, kann nærmasti leiðari loyva avspáking, brúk av frídøgum ella frí við afturhald í løn.

Næstingar skal í hesum sambandi skiljast sum skyldfólk í beinleiðis linju, t.e. hjúnafelagi/sambúgvi/ skrásettur maki, børn, barnabørn, foreldur, systkin, ommur, abbar, svigarforeldur og svigarbørn.  

Eru ivamál um, hvørt talan er um næsting, har omanfyri nevnda áseting er galdandi, tekur nærmasti leiðari avgerð um rættin til frí. 

Tá talan er um jarðarferðir hjá øðrum enn næstringum, fáa starvsfólk frí at fara til jarðarferð. Frávera í samband við jarðarferð, skal avtalast við leiðaran og fráboðast HR-umsitaranum. 

Farloyvi

Starvsfólk, sum hava verið í starvi í meira enn 5 ár, hava møguleika fyri at søkja um farloyvi uttan løn í eitt tíðarskeið vanliga ikki meir enn eitt ár. Umsóknir verður vanliga viðgjørdar við vælvild um so er, at farloyvið ikki órógvar raksturin og tænastustøðið hjá Vága Floghavn munandi. Starvsfólk mugu ikki nýta farloyvið til virksemi, sum stríðir móti áhugamálum hjá Vága Floghavn.  

Har ásetingar um farloyvi standa í teimum einstøku sáttmálunum, ið starvsfólkini eru fevnd av, verða hesar fylgdar. 

Serligar farloyvisreglur eru fyri starvsfólk sum hava leiðandi starv hjá Vága Floghavn. Í slíkum førum er tað upp til leiðsluna at taka avgerð um møguligt farloyvi. 

Tann, sum fer í farloyvi, er framhaldandi at rokna sum starvsfólk hjá Vága Floghavn og er tískil undir somu treytum, sum onnur starvsfólk og kann tí til dømis sigast upp á jøvnum føti við onnur, um saklig atlit tala fyri tí. 

Umsókn um farloyvi/tænastufrí eigur at vera stjóranum í hendi minst 3 mánaðir, áðrenn fráveran skal byrja. Frávik frá reglurum omanfyri kunnu tó gerast í heilt serligum førum.

Barnsburðarfarloyvi

Øll starvsfólk í Vága Floghavn hava rætt til barnsburðarfarloyvi sambært løgtingslóg um barsilsskipan.

Kvinna, ið er við barn, og maður, ið skal í barsil, eigur at siga leiðsluni frá, í seinasta lagi tríggjar mánaðir áðrenn metta føðing. Væntar tú barn, hevur tú sambært løgtingslóg um barsilsskipan rætt at fara í barnsburðarfarloyvi.

Á heimasíðuni www.barsil.fo kanst tú lesa alt um treytirnar fyri barnsburðarfarloyvum. Tá tú fert í barnsburðarfarloyvi, eru ymisk oyðibløð, ið skulu fyllast út og latast barsilsskipanini. Hesi eru øll at finna á www.barsil.fo. Tú hevur sjálv/ur ábyrgdina av at avgreiða hesi viðurskifti, men um ivamál eru, kanst tú sjálvsagt venda tær til umsitingina og/ella barsilsskipanina. Væntar tú barn, eigur tú at siga leiðsluni frá í seinasta lagi 3 mánaðir áðrenn metta føðing. Ert tú kvinna og ert farin í barnsburðarfarloyvi, eigur tú innan 8 vikur eftir føðing at boða arbeiðsgevara sínum frá, nær tú byrjar at arbeiða aftur. Ert tú blivin pápi ella sammóður, eigur tú at boða arbeiðsgevarinum frá í seinasta lagi 4 vikur áðrenn tú væntar at fara í barnsburðarfarloyvi.  

Sjúkrafrávera

Sjúkufrávera

Um starvsfólk ikki kann møta til arbeiðis vegna sjúku, skal viðkomandi boða frá hjá rakstrarleiðara, holdleiðara 01 og/ella umsitingini sum skjótast. 

Um tú ert sjúk/ur í fimm dagar, skalt tú lata læknaváttan, sum Vága Floghavn rindar fyri. 

Ein slík læknaváttan skal hava gjølla upplýsing um, hvussu drúgv sjúkan kann væntast at verða. Tíðarfreistin uppá fimm dagar kann verða longd, um læknaváttan skal útvegast frá serlækna. Vága Floghavn hevur ikki rætt til at spyrja inn til sjálva sjúkuna.  

Tá tú ert arbeiðsfør/ur aftur, skalt tú boða leiðaranum frá beinanvegin við at ringja ella senda sms, soleiðis at arbeiðið kann leggjast til rættis. 

Sjúka hjá børnum

Tá tú hevur sjúkt barn, er mannagongdin um fráboðan tann sama sum við egnari sjúku. 

Tað er eitt sindur ymiskt, hvat sáttmálarnir á arbeiðsmarknaðinum siga um sjúku hjá børnum og fyrsta sjúkradag barnsins, tískil verður víst til galdandi sáttmálar. 

Løn undir sjúku

Fastlønt starvsfólk fáa løn undir sjúku. Tímalønt hava rætt til sjúkradagpening eftir Dagpeningalógini. 

Langtíðarsjúka 

Starvsfólk í føstum starvi, sum hevur fingið álvarsliga sjúku ella onnur mein, ið seinni kunnu elva til langa sjúkrafráveru, skal útvega læknaváttan frá lækna, tá sjúkralegan hevur varað í tvær vikur.  

Ein slík læknaváttan skal hava gjølla upplýsing um, hvussu drúgv sjúkan kann væntast at verða. Vága Floghavn hevur ikki heimild til at spyrja inn til sjálva sjúkuna. 

120 daga reglan

Um starvsfólk hava verið sjúk í tilsamans 120 dagar innanfyri 12 fylgjandi mánaðir, kann hetta hava við sær, at starvsmaður verður uppsagdur við 1 mðr. uppsagnartíð. Tórstein: tað fylgjur sáttmálanum hjá arbeiðstakarinum kann verða  upp til 6 mánar. 

Farloyvi í samband við sjúku 

Starvsfólk, ið hava fingið staðfest álvarsliga sjúku ella álvarsligt mein, ið seinni kunnu elva til langa sjúkrafráveru, kunnu søkja farloyvi uttan løn frá Vága Floghavn. 

Umsorganarsamrøða 

Umsorganarsamrøða verður hildin aftaná umleið fýra vikur samanhangandi sjúkrafráveru, aftaná fleiri styttri sjúkrafráveruskeið, ella um leiðslan ella starvsfólkið meta tað vera neyðugt. 

Sjúka í familjuni

Starvsfólk, ið verður sjúkraskrivað vegna álvarsliga sjúku hjá maka ella barni, hevur í ávísum førum rætt til løn frá Vága Floghavn. Í sambandi við álvarsliga sjúku hjá næstringum, kann starvsfólk biðja um frí uttan løn í avmarkað tíðarskeið. Ein tílík umbøn verður viðgjørd við vælvild. 

Hjástarv

Hevur tú títt meginarbeiði her hjá Vága Floghavn, skalt tú boða leiðsluni frá, um tú hevur annað arbeiði afturat meginarbeiðinum. Hetta er eisini galdandi fyri nevndarsessir. Tú kanst ikki átaka tær annað arbeiði, sum er beinleiðis ella óbeinleiðis í kapping við virksemið hjá Vága Floghavn og samstarvsfelagar hjá Vága Floghavn. Annað arbeiði, tað kann vera lønt ella ólønt, má ikki ávirka avrikið hjá tær í starvinum hjá Vága Floghavn - ella sáa iva um títt gegni. 

English

Kunningardiskurin

(+298) 35 44 00 fae@fae.fo

Rís og Rós

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum, so vit kunnu gera síðuna enn betri