UMBORÐ

Trygdarvegleiðing og støða á hondviðførinum

Tað er eitt myndugleikakrav, at flogmanningin umborð í flogfarinum gevur ferðafólkunum eina trygdarfrágreiðing áðrenn fráferð. Gev trygdarfrágreiðingini gætur. Hóast ein ferð eftir ferð hevur hoyrt hesa trygdarfrágreiðing, kann t.d. næsta neyðútgongd verða ymisk í teimum ymisku flogførunum. Gev gætur, at næsta neyðútgongd kann verða beint aftan fyri teg.

Hondviðføri

Legg hondviðføri í viðførisrúmið uppi yvir tær. Hevur tú fingið loyvi at taka við tær sera tungt ella stórt hondviðføri (t.d. ljóðfør), eigur tú at spyrja flogmanningina, hvar hetta kann leggjast. Ein beriposi ella ein minni taska til nýtslu á túrinum skal leggjast undir stólin frammanfyri teg.

Trygdarbeltið

Hav altíð trygdarbeltið spent. Tað kann geva tær ta eyka trygd, ið brúk er fyri í samband við turbolens. Gev tí gætur, ið flogmanningin sigur. Teirra uppgáva er fyrst og fremst av trygdarorsøkum. Um flogmanningin tí heitur á teg um at fyritaka tær eitt ella annað, t.d. at spenna trygdarbeltið, so ger hetta fyrst, áðrenn tú setur spurningar við hetta.

Rúsdrekka

Ansa eftir ikki at drekka ov nógv rúsdrekka - bæði áðreen tú skalt á flog og meðan tú ert á flogi. Rúsdrekka virkar sterkari í hæddini enn á jørðini.

Av trygdaráðum kann flogmanningin nokta fólki, ið eru sjónliga ávirkaði av rúsdrekka , at koma umborð á flogfarið. Persónurin ber sjálvur allan kostnaðin í stendst av hesum.