Tollreglur

Tollfrítt fyri ferðandi til Føroya

Ferðandi til Føroya kunnu undir ávísum treytum innflyta vøru toll- og avgjaldsfrítt.

Vit mæla til, at ferðandi kunna seg um galdandi tollreglar, sum kunnu lesast á heimasíðuni hjá TAKS

Myndin niðanfyri vísir, hvussu nógv kann innflytast av rúsdrekka, tubbaki, luktilsi, rakivatni, sjokulátuvøru og sodavatn.

Tax-free

Ferðandi, sum ikki eru fastbúgvandi í Føroyum, kunnu keypa tax-free við sær úr Føroyum.

Keypsupphæddin skal í minsta lagi vera 300 kr. úr hvørjum handli. Er tax-free kekkurin føroyskur, ber til at fáa mvg'ið útgoldið við kunningardiskin í innskrivingarhøllini.