Vøksturin í ferðafólkatalinum umvegis Vága Floghavn heldur fram
01-12-2017

Vøksturin í ferðafólkatalinum umvegis Vága Floghavn heldur fram

Met eftir met í 2017
Fleiri met eru sett fyri ferðafólkatøl umvegis Vága Floghavn í 2017.

Í juli fór samlaða talið av ferðafólkum fyri ein einstakan mánaða fyri fyrstu ferð uppum 50.000, og sama mánaða fór talið á útlendskum ferðafólkum sum komu og fóru fyri fyrstu ferð uppum talið av føroyskum ferðafólkum.

Og í okt. 2017 fór samlaða ferðafólkatalið fyri fyrstu ferð nakrantíð uppum 300.000 ferðandi. Og nú ið november mánaði er farin afturum, er samlaða ferðafólkatalið komið upp á 320.859, sum er 16,8% ella 46.159 fleiri enn fyri sama tíðarskeið í 2016.

Síðani apríl hevur stórur vøkstur verið hvønn mánaða, og í november komu og fóru 20,390 ferðafólk umvegis Vága Floghavn ella ein vøkstur á 14,2%

Fyrsti kavin
Fyrsti kavin kom í november mánaða, men hetta nervaði ikki flogferðsluna stórvegis. Vága Floghavn hevur eina væl útgjørda vetrartilbúgving, og hevur eisini útvega sær nakað av nýggjari útgerð til kavarudding í 2017.


Nógvar broytingar hendar í ferðavinnuni í 2017
Tað tykist, sum at føroysk ferðavinna hevur fingið eitt veruligt gjøgnumbrot í 2017. Størsta broytingin innan flogferðsluna í 2017 hevur verið, at fleiri flogfør eru farin røkja regluliga rutuflúgving til og frá Føroyum, samstundis sum talið av chartertúrum samstundis er økt. Hetta hevur eisini viðført, at talið av “nýggjum” ferðandi er økt munandi.

Men eisini nógv onnur viðurskifti hava verið við til at skapa hesa menningina. Føroyskar matstovur hava gjørt vart við seg í altjóða høpi, og fleiri góðar matstovur og onnur tilboð til ferðandi eru viðvirkandi til, at møguleikarnir eru blivnir munandi fleiri hjá teimum ferðandi. Eisini er ábendingar um, at tað eisini verður arbeitt við at bøta um gistingarmøguleikarnar á hotellum í landinum.

Aðalorðaskifti um ferðavinnuna var í løgtinginum í november, og Vága Floghavn fegnast um, at politiski myndugleikin hevur sett skjøtul á arbeiði at skipað ferðavinnuna, soleiðis at hon kann gerast ein enn størri og búskaparliga týðandi vinna fyri landið í framtíðini.

Um tað ikki henda ógvusliga búskaparligar ella aðrar broytingar, so er orsøk til at vænta, at tað eisini verður vøkstur í ferðafólkatalinum í 2018.

 

Vága Floghavn, hin 1. desember 2017