Umsóknarfreistin at søkja stjórastarvið á Vága Floghavn farin
02-02-2018

Umsóknarfreistin at søkja stjórastarvið á Vága Floghavn farin

Nú umsóknarfreistin er farin, eru 68 umsóknir komnar til stjórastarvið. 9 kvinnur og 59 menn hava søkt starvið. Ein setanarbólkur verður nú settur at viðgera innkomnu umsóknirnar.