Umlegging av ferðsluni við Vága Floghavn
01-09-2017

Umlegging av ferðsluni við Vága Floghavn

Meðan arbeitt verður frammanfyri Farstøðina á flogvøllinum, verður ferðslan broytt frá mánadegnum 4. sept. til mánadagin 18. sept. 2017.
Omankoyringin til Farstøðina er stongd fyri allar privatbilar. Av- og áseting og parkering av privatbilum skal verða á nýggja parkeringaøkinum norðanfyri Farstøðina.
Loyvt er einans bussum, hýruvognum og neyðsynjarakførum at nýta omankoyringina til Farstøðina.
Víst verður annars til skelting og vegleiðing frá vaktarfólki á staðnum.
Nærri kunning fæst eisini á heimasíðuni hjá Vága Floghavn www.fae.fo ella við at venda sær til skrivstovuna hjá Vága Floghavn á tlf. 354400 millum kl. 9 og 15 gerandisdagar.