Størsta ferðafólkaflogfar,  ið nakrantíð hevur sett seg í Vágum
14-06-2017

Størsta ferðafólkaflogfar, ið nakrantíð hevur sett seg í Vágum

Fyrrapartin í dag setti eitt Boeing 737-800 hjá hollenska flogfelagnum, Transavia seg á flogvøllin í Vágum. Flogfarið er 39 metur langt og 35 metur breitt.

 

 

Flogfarið, ið tekur 189 ferðafólk fór úr Køln í Týsklandi í morgun. Við í flogfarinum vóru 80 ferðafólk, sum skulu ferðast í Føroyum til leygardagin, tá ið tey flúgva aftur til Týsklands.

 

Transavia er eitt stórt europeiskt lágprísfelag, og hevur høvuðssæti í Hollandi. Transavia er eitt dóttirfelag hjá risastóra flogfelagnum, Air France-KLM.

 

 

"Talið av charterflogfarum til og frá Føroyum hevur verið vaksandi seinastu árini. Vit á flogvøllinum eru glað fyri at ymisk sløg av flogførum koma hendanvegin soleiðis, at vøllurin stendur sína roynd", sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn