Stóri vøksturin í ferðafólktalatalinum heldur áfram
05-06-2017

Stóri vøksturin í ferðafólktalatalinum heldur áfram

Vága Floghavn hevði afturgongd í ferðafólkatalinum í februar og mars, men seinastu tveir mánaðirnar hevur stórur vøkstur verið í ferðafólkatalinum.

Vøksturin í apríl var 46%, men havast skal í huga, at páskahøgtíðin var í apríl. Í mai var vøksturin heili 25,2%. Hetta merkir, at 32.594 ferðafólk komu og fóru umvegis Vága Floghavn í mai. Tað eru umleið 6500 ferðafólk fleiri enn í mai 2016.

Higartil í ár eru tilsamans 112.613 ferðafólk komin og farin umvegis flogvøllin. Hetta er ein samlaður vøkstur á 10,1% ella gott 10.000 fleiri enn somu tíð í 2016. 

”Stóri vøksturin í ferðafólkatalinum kemst fyrst og fremst av, at fleiri útlendsk ferðafólk í ár hava valt at ferðast til Føroyar. Føroyingar ferðast eisini meira, men størsti parturin av vøksturin kemur frá útlendskum ferðafólkum”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

Útbygging av parkeringsøkinum krevur umleggingar
Vága Floghavn er, sum boðað hevur verið frá áður, farin undir at bøtu um umstøðurnar við flogvøllin. Ein stór útbygging av parkeringsøkinum er komin væl ávegis, og tað er J&K Petersen sum stendur fyri útbyggingini av parkeringsøkinum.

Henda umfatandi útbyggingin av parkeringsøkinum, førir við sær ávísar umleggingar av atkomuni til flogvøllin, og Vága Floghavn vónar, at tey sum koma til og frá flogvøllinum, geva sær far um kunningina viðvíkjandi umlegging av ferðsluni.

Framhaldandi góðar vónir fyri 2017
”Vága Floghavn hevur góðar vónir um, at 2017 eisini fer at seta met í ferðafólkatalinum, men vøksturin setur økt krøv til umstøðurnar á flogvøllinum. Umframt útbyggingini av parkeringsøkinum, verður arbeitt við at menna umstøðurnar í sjálvari farstøðini eisini”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri