Søguligur dagur á Vága Floghavn
27-03-2017

Søguligur dagur á Vága Floghavn

26. mars 2017 var ein søguligur dagur í søguni hjá Vága Floghavn. Fyri fyrstuferð nakrantíð lendi eitt rutuflogfar frá SAS í Vágum og tað helt leiðina aftur til Keypmannahavn kl. 11.10

Vága Floghavn fegnast um, at tað nú hevur eydnast at fáa kapping í lag aftur á Føroyaleiðini ímillum Keypmannahavn og Vágar, eftir at kapping ikki hevur verið síðan 2006.

Felagið væntar, at kappingin fer at gagna brúkarinum, og tryggja eina enn betur tænastu, betur treytir og enn betur prísir til Keypmannahavnar og víðari út í heim hjá teimum sum hava tørv á tí.

”Tað er ikki nøkur loyna at leiðslan í Vága Floghavn síðan 2012 hevur arbeitt miðvíst við at fáa fleiri feløg til at flúgva uppá Føroyar. Vit meta at marknaðurin er stórur nokk til fleiri flogfelaøg at kappast og vit arbeiða víðari við at fáa enn betur beinleiðis flogsamband ímillum Føroyar og Europa”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn