Jákup Sverri Kass farin úr starvi sum stjóri fyri Vága Floghavn
16-11-2017

Jákup Sverri Kass farin úr starvi sum stjóri fyri Vága Floghavn

P/F Vága Floghavn og Jákup Sverri Kass eru í dag komin ásamt um at enda samstarvið teirra millum. Evy Jacobsen er sett sum virkandi stjóri fyri Vága Floghavn til nýggjur stjóri er settur.
Jákup Sverri Kass hevur verið stjóri fyri Vága Floghavn síðan apríl 2012. Hesi árini hevur stórur vøkstur verið í ferðafólkatalinum, viðurskiftini inni og rundanum flogvøllin eru munandi betraði, samstundis sum talið av vitjandi flogfeløgum er vaksið. Nevndin fegnast um rokkin úrslit, og vil við hesum takka Jákup Sverra Kass fyri tænastuna.
P/F Vága Floghavn