Gudny Langgaard verður nýggjur stjóri á Vága Floghavn
03-04-2018

Gudny Langgaard verður nýggjur stjóri á Vága Floghavn

Gudny er 39-ára gomul og útbúgvin BA í International Marketing Management frá Bournemouth Univeristy og MBA frá Liverpool University. Gudny hevur eisini tikið eina eftirútbúgving sum professionellur coach.

Gudny hevur verið sølu- og marknaðarleiðari á Sosialinum í fýra ár, harav 21/2 ár sum leiðari. Eftir hetta var hon sølu- og marknaðarstjóri á Vodafone í 2 ár, og var síðani stjóri á Vodafone í 5 ár.

Gudny byrjar í starvinum 1. mai 2018.