Framhaldandi vøkstur í ferðafólkatalinum
03-10-2017

Framhaldandi vøkstur í ferðafólkatalinum

Vøksturin í ferðafólkatalinum heldur áfram. Vøksturin í ferðafólkatalinum helt fram í septembur, tá 28,867 ferðafólk komu og fóru umvegis Vága Floghavn. Talan var um ein vøkstur á 17,6% í mun til septembur 2016. Higartil í ár eru 271,064 ferðafólk komin og farin umvegis flogvøllin, og samlaði vøksturin frá januar til septembur er 16,2%.
Vága Floghavn vónar, at vøksturin fer at halda sær restina av árinum, og inní komandi ár. Hetta so ferðavinnan í Føroyum fær betri møguleikar at fáa betur rakstur í teir annars slaku vetrarmánaðirnar.
”Økingin hevur eisini týdning fyri hotellini, matarstøðini, útferðarveitarar og onnur, sum liva av ferðavinnuni og sum geva sítt íkast til føroyska búðskapin, at eisini tey hava nakað av umsetningi í vetrarhálvuni”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn
Vøkstur á næstan øllum ferðamálunum
Vøksturin higartil í ár á Danmarkarleiðunum er 16%. Danmarkarleiðirnar fevna um Keypmannahavn, Billund og Aalborg. Á Íslandsleiðini er vøksturin eisini 6%, imeðan vøksturin í ferðafólkatalinum til og frá Bretlandi er 5%. Eisini er vøkstur á hinum leiðunum og á ferðafólkum, sum koma og fara á hinum tíðaravmarkaðu leiðunum. Har er vøksturin 27%. Minking er á 18% er á leiðini ímillum Føroyar og Bergen.   Vøkstur er somuleiðis á teimum, sum koma við sokallaðum ad hoc chartertúrum.
Hagtøl frá Vága Floghavn eru at finna á fylgjandi leinkju: http://www.fae.fo/fo/um-vaga-floghavn/hagtol/ 
Fyrsta byggistig í útbyggingini av parkeringsøkinum um at vera liðugt
Fyrsta byggistig í útbyggingini av parkeringsøkinum er um at verða liðugt. Síðani verður fari undir at byggja lonir, soleiðis at ferðafólk koma undir tak úti á sjálvum parkeringsøkinum.
Í næstum fer Vága Floghavn at bjóða út framleiðslu av teimum skeltunum, sum skulu kunna fólkið um, hvussu tey skulu fyrihalda seg viðv. koyring á nýggja parkeringsøkinum. Hetta arbeiði fer í gongd so skjótt sum greiða er fingin á, hvør veitarin av nýggju skeltingini verður.