Føroya størsta parkeringsøki tekur skap
10-08-2017

Føroya størsta parkeringsøki tekur skap

Útbyggingin av størsta parkeringsøkinum í landinum við flogvøllin í Sørvági, gongst væl.

Arbeiðið byrjaði í oktober 2016, og er tað J&K Petersen, sum stendur fyri arbeiðinum.

Flogvøllurin er farin frá at hava 360 parkeringpláss til at hava umleið 820 parkeringspláss.

Enn er alt arbeiði tó ikki liðugt. Eitt nú skal øki undir takinum umskipast og rundkoyringin við innkoyringina skal eisini gerast liðug. Eitt sindur av órógv kann væntast í samband við umlegging av økinum undir hálvtakinum. Kunna verður um hetta í komandi vikum. 

Í næstum verður eisini fari undir at byggja glaslonirnar, sum skulu leiða fólk undir tak úti á sjálvum parkeringsøkinum. 

Fróði Poulsen hevur tikið myndina.