Enn eitt sera stórt flogfar sett seg í Vágum
09-11-2017

Enn eitt sera stórt flogfar sett seg í Vágum

Fyrrapartin í dag setti eitt Boeing 737-800 flogfar hjá enterair seg á flogvøllinum í Vágum.

Flogfarið, sum tekur 189 ferðafólk, er í Føroyum í samband við at pólska U21 landsliðið í fótbólti skal spæla ímóti U21 hjá Føroyum á Tórsvølli í morgin.

Flogfarið, sum er av slagnum Boeing 737-800, er líka stórt sum flogfarið Transavia brúkti upp á Føroyar fyrr í ár. Hesi flogførini eru eitt vet størri enn tey Airbus 320-flogførini, sum Atlantic Airways og SAS brúka. 

Flogfarið er 39,50 metur langt, og hevur eina veingjavídd á 35 metur.

Tað flýgur upp til 946 km/h, og kann flúgva upp til 7408 km.

Flogfarið kom beinleiðis úr Gdansk í Póllandi og stendur á flogvøllinum til fríggjakvøldið, tá ið tað fer aftur til Gdansk.