Enn ein søguligur dagur á Vága Floghavn
07-04-2017

Enn ein søguligur dagur á Vága Floghavn

Fyrstu ferð í søguni hjá Vága Floghavn hava trý A320 flogfør verið her í senn. Á forplássinum vóru eitt A320 og eitt A319 hjá Atlantsflog, tvey A320 hjá SAS og eitt minni privatflogfar.

 

 

Tað merkir, at uml. 480 ferðandi lendu innanfyri 23 min, og nakað tað sama skuldi avstað aftur innanfyri umleið 1 tíma.