Stjóri til Vága Floghavn

 

Stjóri til Vága Floghavn

Vit leita eftir einum liðleiðara

Søkt verður hervið eftir stjóra til P/F Vága Floghavn. Vit leita eftir einum liðleiðara við góðum samstarvsevnum at standa á odda fyri framhaldandi menning av felagnum. Stjórin í Vága Floghavn hevur beinleiðis tilvísing til nevndina og hevur tískil stóra ávirkan á, hvussu bygnaður og rakstur í felagnum verða skipað. Stjórin skal, saman við nevnd og starvsfólkum, tryggja góðu gongdina hjá Vága Floghavn.

Um Vága Floghavn

Tað eru gott og væl 10 ár síðani, at flogvøllurin varð yvirtikin frá dønum, og Vága Floghavn varð stovnað - at eiga og reka flogvøllin. Hóast eina lítla afturgongd, tá fíggjarkreppan rakti í 2009 og 2010, so hevur ein støðugur vøkstur verið í virkseminum á flogvøllinum hesi 10 árini. Ferðafólkatalið fór fyri fyrstu ferð uppum 300.000 ferðandi í oktober 2017 - og við ársenda var ferðafólkatalið 341.388.

Seinastu árini er vøllurin longdur úr 1250 m til 1799 m, og nýggj farstøð er bygd. Vága Floghavn avgjørdi í 2016 at fara undir at víðka um parkeringsøkið, og í oktober 2017 var parkeringsøkið liðugt. Talið á parkeringsplássum er økt úr 350 til 850 parkeringspláss. Á vári 2018 verða lonir gjørdar á parkeringsplássinum, soleiðis at viðskiftafólk kunnu ganga turr til og frá farstøðini. Ætlanin er, at lonirnar skulu vera lidnar í juni 2018.

Umsókn

Umsókn, við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum, skal sendast til:

Vága Floghavn
F0-380 Sørvágur
Att: Randi Niclassen
ella rani@floghavn.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. februar 2018.

Um tú hevur áhuga í starvinum, ber til at ringja til Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinnu, á telefon 500500.

Tak niður starvslýsing sum pdf.