Starvsfólk til Duty Free FAE

Vit hava tørv á summarfrítíðaravloysarum til Dutyfree-handilin í Vága Floghavn.

Eftir avtalu er møguleiki fyri at halda áfram í føstum, tímaløntum starvi eftir summarfríðtíðina.

Sum starvsfólk í Duty Free FAE skalt tú taka tær av øllum vanligum handilsarbeiði, sum er knýtt at handli okkara. Arbeitt verður allar dagar í vikuni, og arbeiðstíðin er sum oftast ímillum kl. 06.30 og 21.00. Tó eru arbeiðstíðirnar lagaðar til ogferðsluna, so neyðugt er eisini at arbeiða uttanfyri hesar tíðir.

Tá arbeitt verður um vikuskiftinum fella frídagar yrkadagar. Tað er ikki gjørligt hjá avloysarunum at fáa frí til egna summarfrítíð í avloysaratíðarskeiðinum.

Lønin er sambært S&K-sáttmálanum. Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at tosa við Jonny Muller á telefon 225523, ella við at senda ein teldupost til jonny@dutyfreefae.fo

Umsóknir við ævilýsing (CV), møguligum viðmælum og mynd skulu vera okkum í hendi sum skjótast, og í seinasta lagi mikudagin 31. mai 2017.

GG: Ein treyt fyri at kunna arbeiða á Vága Floghavn er, at viðkomandi persónur er góðkendur av løgregluni.

Umsóknir skulu sendast til:

Duty Free FAE c/o Atlantic Airways Pf. 380 Sørvágur, ella við telduposti til: jonny@dutyfreefae.fo